Sunnudagin 4. januar andaðist Ernst Hansen, løgtingsmaður, á Landssjúkrahúsinum 54 ára gamal. Ernst hevði verið heilsuveikur og søkti lækna; millum jóla kom hann á sjúkrahús við blóðtøppi ? og nú var tíð hansara farin.
Ernst var føddur í Nólsoy 14. apríl ? á summarmála ? 1943, foreldrini vóru bæði úr Nólsoy, móðurin Kristina var dóttur Rakul og Kristian á Malarenda, pápin, Arnold var sonur Katrinu og Marius.
2 ára gamal verður Ernst móðurloysingur og veksur upp hjá ommuni og abbanum, Katrinu og Marius. Tá barnaskúlin er frá hondini, er Ernst fyrst læraravikarur á Borðuni tveir vetrar miðskeiðis í 60-unum, síðani gongur hann á kvøldskúla í Havn, einasti handilsskúli, ið tá var, samstundis arbeiðir hann m.a. í Keypssamtøkuni, Impo og hjá Vilhelm Nielsen. Tá hann hevur fingið skrivstovuútbúgvingina, fer hann í starv í grannskoðaravirkinum hjá Sundstein, síðan Sundstein & Ellefsen og seinni verður hann roknskaparleiðari á Telefonverkinum, har er hann í 11 ár. Hann fer aftur í starv á grannskoðaravirkinum, hesuferð hjá Sundstein. Tá kreppan tekur seg upp, verður minkað um starvsfólkatalið á grannskoðaravirkinum og Ernst er nú arbeiðsleysur. Hann hevði tá verið íalt 14 ár á grannskoðaravirkinum.
Hetta høvið brúkar Ernst til at útbúgva seg; við sjálvlestri uppá rekordtíð tekur hann løgfrøðiliga útbúgving. Tað eru meira enn 4 ár síðan hann fekk løgfrøðiligt embætisprógv frá Keypmannahavnar Universiteti.
Ernst var alla sína tíð áhugaður í samfelagsmálum. Tá hann kemur til Havnar er hansara viðkvæma sinni fulltikið av øllum tí, sum her fer fram. Í hesum árum er hann á fundum hjá SU ? sosialistiska ungmannafelagnum ? hann verður nevndarlimur og felagið mælir til, at Ernst verður valevni til komandi løgtingsval í november 1966.
Av politikarum tá mundi P. M. Dam gera sítt til, at Ernst verður politiskt vaktur. Ernst var javnan valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi heilt fram í áttatiárini og var ofta teirra millum, sum fingu bestu undirtøkuna, hann var onkur skifti varamaður á tingi. Ernst umboðaði Javnaðarflokkin í líkningarnevndini í Havn fleiri skeið og var nevndarformaður. Roknskaparførari fyri Sosialin var hann eitt skifti.
Ernst gjørdi upp roknskap fyri fólk og smærri virkir, men tá hann fyri nøkrum árum síðan fór at lesa jura og fekk embætisprógv, var hann eitt skifti løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni.
Men Ernst var eisini formaður í Starvsmannafelagnum og í hesum starvi kom hann at standa í hørðum stríði, bæði sum fakfelagsformaður og sum starvsmaður á Telefonverkinum. Hetta var áðrenn formansstarvið var starv burturav.
Tað hevur kravt sítt at røkja dagligt starv og harafturat at vera formaður í Starvsmannafelagum, sum hevur nógvar hundrað limir, sum uppaftur eru sera ymiskir yrkisbólkar. Ernst var fastur í avgerðum, og tað var í størsta álvara hann viðgjørdi einstøku málini, hann sum álitismaður var settur at verja.
Arbeiðssamur var hann, legði stóra orku í at uppgávur, honum vóru álagdar at fremja sum fakfelagsformaður, vórðu væl frágingnar.
Í formanstíð hansara fekk Starvsmannafelagið góð viðurskifti við fakfelagsrørsluna uttaneftir, við Dansk Funktionærforbund og limaskap í Nordisk Funktionærforbund, DNF. Hann legði nógva orku í at fáa pensjónsskipan fyri limir sínar. Í 1985 1. juni eydnaðist at fáa pensjónssáttmála upp í lønarsáttmálan við landsstýrið.
Tá Verkamannafylkingin stillaði upp til seinasta løgtingsval, var Ernst valevni; tá Kristian Magnussen í 1996 varð landsstýrismaður og tí fór úr tinginum, tekur Ernst sæti á tingi sum næsti maður á listanum hjá Verkamannafylkingini. Nærlagni og álit í nevndararbeiði sum í málsviðgerð sermerkti mannin. Hann var limur í fíggjarnevndini og formað-ur í landsstýrismálanevndini og trivnaðarnevndini.
Ernst var góður við heimbygdina og bygdarfólk sítt, var altíð fúsur við hjálpandi hondini, m.a. við flakavirkinum í Nólsoy. Vón hansara var at fáa eina »Sandoyarskipan« eisini fyri Nólsoyar bygd.
Brøðurnir Robert, Kristian og Ernst høvdu trolbátin »Marjun III«, Ernst var reiðari. »Marjun III« fiskaði í Eystursjónum. Tað hevur gingið, men nú var eingin veiðiavtala í Eystursjónum, tí góvust teir. »Marjun III« liggur nú í Esbjerg og skiftir væntandi hendur fyrsta dagin.
Ernst var giftur Biritu, foreldur hennara vóru Alla og Palli í Tøðuni, sáli, fyrrv. løgtingsmaður í Vági. Hjá tykkum, Biritu, Óla Hans og Jógvan Páll er saknurin svárur.
Vit drýpa høvur í virðing og lýsa frið yvir minnið um Ernst Hansen, løgtingsmann.
Jákup Lindenskov