Vágbingar vóru annað árið á rað við í toppinum í bestu fótbóltdeildini í fjør. Fyri tveimum árum síðani náddu teir ikki fram millum liðini, sum vunnu sær rætt at luttaka í europeiskum kappingum, men í fjør eydnaðist tað at enda á einum fjórða plássi, og tað hevur við sær møguleika at spæla við í Intertoto-Cup.
Men tað er eingin loyna, at Intertoto-Cup hevur verið tann minst lokkandi kappingin av øllum teimum, sum UEFA skipar fyri, og áður hevur B71 takka nei til at luttaka í hesi kapping.
Men hóast stórur ivi hevur verið um luttøkuna hjá VB, og allir vágbingar sjálvir ikki hava havt hug at melda til kappingina, er nú greitt, at VB verður við í hesi kapping.
Avgerðin er tikin nakað síðani, og nú kemur tað sum ein kærkomin hjálp hjá vágbingum, at UEFA hevur broytt kappingina. Vit bóru tíðindini um hesar broytingar í blaðnum týsdagin, og tær hava við sær, at luttøkan verður minni krevjandi bæði ítróttarliga og peningaliga, tí nú verður talan um Cup-skipan frá byrjan av.
Hevur kravt nógv
av feløgunum
Áður hevur tað verið soleiðis, at spælt hevur verið í innleiðandi bólkaspæli, har fimm lið hava verið í hvørjum bólki, og so hava tey spælt einaferð móti hvørjum øðrum.
Í hesi skipan hava føroysku liðini á hvørjum ári havt tveir heimadystir og tveir útidystir. Og tá samsýnginin hjá UEFA ikki hevur verið tann sama, sum í øðrum kappingum hjá felagsskapinum, hevur Intertoto-Cup kravt nógv av feløgunum fíggjarliga.
Tað hevur eisini verið ein risastór ítróttarliga avbjóðing at spæla fýra europeiskar dystir, tá aðrir spælarar hava summarfrí. Bæði HB og B68 hava sannað, at tað kostar.
Alt hetta hevur havt við sær, at vágbingar hava ivast í, um teir nú skuldu taka av tilboðnum um at spæla í Intertoto-Cup. Men tað ætla teir at gera, og tá FSF 30. januar skal gera tilmeldingina, verður hon gjørd við VB, sum føroyskum luttakara.
Kærkomnar broytingar
UEFA hevur gjørt av at broyta Intertoto-Cup kappingina, og tað fegnast tey um í Vági, tí nú fer kappingin at krevja minni av felagnum.
Felagið skal spæla ein heimadyst og ein útidyst, og vinna teir samanlagt sleppa teir longri við í kappingini. Fyri hvørt umfar, sum VB sleppur at luttaka í fáa teir 50.000 sveisarfrankar (svarandi til umleið 240.000 krónur), og tað eru nógv betri fíggjarligar treytir enn tær hava verið fyri kappingini.
Ítróttarligi parturin er eisini vorðin áhugaverdari nú, tí feløg úr teimum stóru europeisku londunum koma ikki við í Intertoto-Cup kappingina fyrrenn í triðja umfari, og tí kemur VB ikki at møta teimum sterkastu liðunum í kappingini.
Fyrsta umfar í Intertoto verður spælt 20. og 27. juni, og hesin seinni dagurin er leygardagurin á jóansøku.
Vágbingar ætla sær at gera eina roynd, at sleppa at spæla heimadystin á grasvøllinum í Hvalba. Hesin vøllurin er ikki góðkendur til slíkar dystir, og tað skal hann gerast, um VB skal spæla á honum.
Ymsar treytir skulu lúkast, áðrenn vøllurin kann góðtakast av UEFA, og ein treyt, sum helst verður størsta forðingin, er støddin á vøllinum.
Men VB er sinnað at gera eina roynd fyri at fá vøllin góðkendan, og tað hevði verið ein framúr gáva til Suðuroynna, at VB spældi Intertoto-Cup dyst í Hvalba á jóansøku.