Hava víst okkara góða vilja

Gerð myndugleikanna, sum varð framd, meðan jólafriður átti at verið, hevur sum kunnugt fingið felagið at gera vart við seg. Vit góðtaka ikki, at landsstýrið brýtur skrivliga avtalu og vit fara ikki at undirvísa flokki við fleiri enn 24 næmingum.

Vit vilja hava kvalitet í undirvísingini, og tað vilja næmingarnir eisini.

Fyri at geva myndugleikunum tíð at umráða seg, lýstu vit til verkfall longu tann 1. januar. Soleiðis var ein vanligur arbeiðsdagur og eitt heilt vikuskifti at umráða seg í.

Men einki hendi.

Útvarpið endurgav Petur Petersen fyri at siga, at avgerðin var tikin í samráði við felagið, og er hetta ikki satt. Eisini endurgav útvarpið Petur Petersen fyri at siga, at í Danmark eru 28 næmingar í flokkunum. Til hetta er at siga, at vit búgva í Føroyum, og at landsstýrið meir enn eina ferð hevur boðað frá, at tað ikki vil samráðast við donsk fakfeløg. Dimmalætting sigur frá Peturi Petersen, at samráð merkir tað sama sum hoyring, og er hetta ikki satt. Eitt nú stendur í orðabók M. A. Jacobsens og Chr. Matras undir samráð: »fælles beslutning«.

Mánadagin tann 5. jan. løgdu vit arbeiðið niður fyri at vísa, at vit meina í álvara, tað vit siga.

Men framvegis hendir einki.

Útvarpið endurgevur Eilif Samuelsen, landsstýrismann, fyri at siga, at hann ætlar ikki at taka nøkur stig. Undanarvert, tá ið hugsað verður um, at hann hevur ábyrgdina av skúlaverkinum øllum.

Men vit hugsa um næmingarnar, og vit ætla ikki at draga verkfallið óneyðuga leingi út. Tí hava vit í morgun bjóðað Peturi Petersen, aðalstjóra, til fundar.

Men klokkan 11 komu boðini:

Myndugleikarnir vilja ikki koma á fund, fyrr enn vit hava tikið arbeiðið uppaftur(!).

T.e., landsstýrið og embætismenn tess sýna lítlan vilja, lata hánt um næmingar, og vóna kanska at trupulleikarnir hvørva av sær sjálvum, men tað gera teir ikki.


Nú hava vit víst okkara góða vilja, og nú kunnu vit bara bíða eftir mótpartinum.

Arbeiðssteðgurin stendur við.


Yrkisfelag Studentaskúla-

og HF-lærara

6. januar 1998