Petra, fødd Arge, og Esbern Simonsen eru ikki millum okkara longur. Hetta vóru eini sjáldsom hjún, eini hjún, ið eg koma at kenna í sløk 30 ár. Sonur teirra, Símun, og eg komu at ganga í sama skúlaflokki í Hoydølum. Tá gjørdust Símun og eg vinmenn, og tá stutt var frá skúlanum niðan til húsini hjá teimum í Hoyvík ? ella Uttan fyri Garðarnar, nú kallað Garðavegur ? so kom eg skjótt at kenna bæði Petru og Esbern og tær báðar døturnar, Annleyg og Marjuna.
Eg kann ikki siga annað, enn at eg varð stórliga bilsin, tá ið eg kom inn til teirra. Eg visti, at Esbern var bankastjóri í Føroya Banka, men maðurin súkklaði til arbeiðis, og tað fekk eg ikki at passa. Petra var heldur ikki soleiðis, sum eg hevði ímyndað mær eina stjórafrúu, men seinni skuldi tað vísa seg, at Esbern tíbetur ikki var nakar vanligur bankastjóri, og at Petra ikki var nøkur vanlig bankastjórafrúa.
Eg hevði ikki kent Esbern leingi, tá ið eg ein dagin kom inn í Føroya Banka. Har sá eg Esbern standa og práta við ein ernan skjúrtu-og-flippu-mann, men bæði flippu-maðurin og eg vórðu bilsnir, tá ið Esbern bað hann umbera seg eina løtu og síðan fór yvir og at práta við meg ístaðin. Nei, Esbern gjørdi ikki mun á fólki, og tað gjørdi Petra heldur ikki.
Eitt, sum eyðkendi hugnaliga heimið hjá teimum var, at beinanvegin tú komst inn, merkti tú, at í hesum heimi vóru øll eins, og so var líka mikið, um tú vart keisari ella gøtusópari. Eg kendi meg, ið hvussu so er, altíð heima í hesum sjáldsama húsi við vakra urtagarðinum, sum Petra røktaði væl, og vakra útsýninum yvir Nólsoyarfjørð.
Petra og Esbern vóru bæði nógv lesandi fólk. Esbern var kendur fyri at lesa skjótt; hann kundi lesa øll tey føroysku dagbløðini ? tá vóru eini fimm, seks av teimum ? uppá fimm-tíggju minuttir, og tá las hann tey væl og blaðaði tey ikki bert ígjøgnum. Esbern las eisini nógv annað, bæði útlendsk dagbløð og tíðarrit og føroyskar og útlendskar bøkur. yrkisbløð las hann sjálvsagt eisini. Arbeiðið hevði Esbern ongantíð heim við sær; tá ið hann setti seg á súkkluna eftir strævnan arbeiðsdag, gloymdi hann alt um bankabøkur og bankaarbeiði.
Petra las eisini bæði føroyskar og útlendskar bøkur. Sigast skal, at bæði Petra og Esbern vóru sera stinn í fremmandum máli, so sum enskum, týskum, fronskum og íslendskum, og so sjálvsagt donskum, svenskum og norskum. Petra hevði listarligar gávur, og tískil las hon eisini yrkisbøkur um postalínsmáling, málningalist og skulpturlist, og plantufrøði hevði hennara serliga áhuga. Hóast familjan Simonsen hvørki sang ella spældi upp á ljóðføri, so syrgdi Petra fyri, at tónleikur javnan var at hoyra. Talan var bæði um klassiskan tónleik, føroyskan kórsang, og kanska ikki minst bæði írskan og skotskan fólkatónleik. Og altíð høvdu tey bæði, Petra og Esbern, okkurt at greiða frá, og tað kundi bæði vera áhugavert og stuttligt.
Men tey høvdu eisini sorgir at dragast við. Dótturmannin mistu tey, og tá ið tey skuldu njóta síni ellisár, var lagnan teimum hørð. Stutt eftir at Esbern fór frá við eftirløn, fekk hann eina heilabløðing og sat lammaður til hann doyði eini sjey ár seinni, og Petra stríddist í mong ár við illa kendu Parkinson-sjúkuna, sum smátt um smátt tók alla megina frá henni, og at enda fekk hon eisini krabbamein.
Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsakandi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern vegna sjúku sína kanska ikki fataði, hvussu álvarsama búskaparliga kreppu, land okkara var komið í, og hvat hendi við tí banka, hann hevði arbeitt fyri í góða hálva øld, men vit mugu harmast um, at Petra, so sjúk hon var, mátti pínast saman við okkum øðrum um støðuna. Esbern sjálvur fór frá í 1986, og sjálvur kann eg siga við vissu, at Føroyar høvdu verið betur fyri, um Esbern sat sum bankastjóri nøkur ár aftrat.
Esbern doyði fyri góðum ári síðan, 78 ára gamal, meðan Petra varð borin til sítt seinasta hvíldarstað nú tollaksmessuaftan, 75 ára gomul.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um Petru og Esbern Simonsen.
ingi