STERKIR MENN:
Tað hevur seinastu tíðina verið trupult hjá Føroya sterkasta manni Regini Vágadal at fáa nóg góða venjing í Føroyum, tí mótstøðan ikki er nóg góð. Av tí sama fer Regin nú til Íslands at venja, so hann kann taka seg upp aftur meira fram millum heimsins risar.
? Eg havi fingið í boði at sleppa til Íslands at venja saman við m.a. Magnus Ver Magnusson, greiðir Regin frá.
Hann sigur, at hann eisini hevur fingið eitt tilboð um at sleppa til Danmarkar at venja saman við sterkum monnum har, men at hann valdi Ísland, tí hann og Magnus Ver Magnusson semjast væl.
Magnus Ver Magnusson hevur verið í Føroyum tvær ferðir, seinast beint eftir jól, tá hann saman við Regini og dananum Flemming Christensen var við í kappingini »Heimsins kempur« í Havn og á Kambsdali.
Regin vann eina kappingargrein í Havn og eina á Kambsdali. Í Havn vann hann kappingina um at lyfta tvær tunnur og halda teimum uppi so leingi sum gjørligt, og á Kambsdali var hann raskastur at renna við bobbens.
Tað er ikki greitt, júst nær Regin fer til Íslands.
? Magnus er jú rættiliga upptikin. Hann er við í onkrari kapping næstan annaðhvørt vikuskifti, sigur Regin, sum vísir á, at tað ikki er tí, at hann ikki hevur fingið góða hjálp í Føroyum, at hann nú fer til Íslands at venja. Tað er stutt og greitt tí, at mótstøðan er ov lítil.
Sjúkur
Hjá Regini ræður tað framvegis um at vera við í so nógvum altjóða kappingum sum gjørligt, so hann veruliga kann gera seg galdandi millum heimsins bestu.
Hann er bjóðaður við til eina kapping í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í juni-juli, og tann 8. august verður ein liðkapping í Hollandi. Fyri Regin verður her talan um eitt danskt lið, eftir sum Føroyar eru ein partur av Danmark.
Annars hevur Regin ligið sjúkur við fepuri seinastu dagarnar, og tað er sjálvandi eitt sindur mergsúgvandi.
Men hann sigur, at tað er betri, at hann gjørdist sjúkur nú, enn um hann hevði verið tað, tá kappingin var í Føroyum millum jól og nýggjár. Harafturat hevði hann kortini ætlað sær at tikið ein steðg í venjingunum um hesa tíðina.