politikkin og harvið atkvøða fyri tjóðveldisflokkinum. Her liggur tí ein stór uppgáva hjá javnaðarflokkinum at gera fólki greitt, at her hevur flokkurin eisini nakað at bjóða uppá HINVEGIN vita vit, at tj [...] hissini. Stigið hjá javnaðarflokkinum at fáa allar flokkar til at gera uppskot um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er rætt og skilagott, og tað átti at vunnið frama hjá øllum flokkum tó
Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni er niðurstøðan, sum tingmenn gera sær. TAÐ, sum løgmaður eisini [...] miðstaðarøkið ella ein av útjaðarunum. Tað er eingin loyna, at sterkar kapitalkreftir við vitan, fólki og útgerð aftanfyri seg vilja hava útgerðarhavnina í miðstaðarøkinum, kanska á Sundi. Samtíðis hava
Ikki eitt orð. Hendan nevndin, sum hevur ábyrgd av hundraðtals milliónum hjá vanligum fólki, bleiv mett sum vanligt »beinatrog« hjá fulltrúum ymsa staðni í umsitingini og vald samsvarandi. Her eigur løgtingið [...] og aðrar eru avgerandi. RÁÐGEVANDI nevndir verða nógv nýttar av politisku myndugleikunum. Eisini hjá okkum. Sum náttúrligt er skulu ráðgevandi nevndir vera uttanfyri ávirkan av myndugleikunum, ið ráðgivið [...] oljufelag sum honum líkar, so mannar hann eina innanhýsis nevnd at loysa spurningin. Kvalifikatiónirnar hjá hes inevnd í oljuhøpi strekkja væl til eitt »gummistempul« á tað, sum løgmaður ætlar. INNANHÝSISNEVNDIRNAR
eina breiða og sakliga men eisini krittiska viðgerð av málunum og gongdini. Uppgávan er m.a. greiða fólki frá avgerðunum, iðsamgongan tekur og at vísa á avleiðingarnar. Uppgávan er eisini at lata andstøðuna [...] eins væl tí ríkisrættarliga politikkinum sum tí búskaparliga. Vit fara at lýsa veruligu ætlaninar hjá samgonguni á sjálvstýris/loysingarleið.Samgonguskjalið er leyst orðað, og tað merkir, at nógvar av [...] løgmann og formannin í tí størsta andstøðuflokkinum og eisini nýggja sjálvstýrismálaráðharran. Uppgávan hjá Jóannesi Eidesgaard og hansara flokki er eftir okkara tykki at tryggja at mest borgarligi parturin
komandi tíð, men so sanniliga eisini langt inn í næstu øld. Vit kenna lutvís innihaldið í valskráunum hjá flokkunum og annars, hvat teir standa fyri. Men forvitnisligt verður at hoyra, hvussu umboðini fyri [...] fáa lív í hann aftur. Her eru óteljandi møguleikar, hóast Bankin aftur og aftur roynir at fyrigikla fólki, at einki lønandi er at seta pengar í. Tú noyðist fyrst at hugsa í íløgum, áðrenn tað gevur profitt [...] okkara gjøgnum nógv ár, John Smith, hevur lagt fram fyri politikarum og her í blaðnum. Boðskapurin hjá John Smith, sum tíanverri alt ov fá gava givið sær far um, er svára einfaldur. Við at hava tey røttu
ns kortini ikki vísa aftur hesum møguleika. Við øðrum orðum roynir fólkaflokkurin fyrst at billa fólki inn, at hann er ein sjálvstýrisflokkur fyri síðani at leggja út í valstríðnum við at siga somu fólkum [...] lykilin til nógvar samgongur, og spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund, men skuldi løgmaður
eigur tann parturin av Føroya fólki, sum ikki sær fram til at síggja Óla Breckmann ella annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein [...] boð til flokkin hjá Óla Breckmann: vit vilja ikki hava ekstremistar at stýra Føroyum. TAÐ er øll orsøk til at taka ávaringina frá veljarakanningini í størsta álvara. Miðvísa ætlanin hjá fólkaflokkinum við [...] dreymaynskið hjá fyrrverandi formanninum Jógvan Sundstein í samrøðu her í blaðnum fyri stuttum. Tað skal tí vera áheitan okkara á allar flokkar, sum ikki taka undir við ómenniskjansliga politikkinum hjá tí Óla
eigur at medvirka til ein sunnan og skilagóðan útvikling. TAÐ verður áhugavert at fylgja arbeiðinum hjá landsstýrinum komandi tíðina, nú kósin verður sett móti sjálvstýri/loysing. Vit hava so eitt samgonguskjal [...] og eftir okkara tykki er flokkurin nú noyddur til at geva hesi ætlan kjøt og blóð og siga Føroya fólki, júst hvat hann ætlar við hesi lóg. Ein av orsøkunum til, at flokkurin ikki enn hevur viljað sagt [...] sum størsti andstøðuflokkur, og tí eigur hann at spæla út viðsínum mótspæli /viðspæli til ætlanina hjá samgonguni. EINS og spurningurin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hevur týdning at fáa eina
Ein føst uppgáva hjá politinum um vikuskiftið er at taka ímóti klagum frá fólki, sum gremja seg um gang í grannahúsum. Klagað verður eisini um, at í miðbýnum í Havn fara fólk inn í urtagarðarnar og gera
bátabrúgvarnar kl. 17 Um tað viðrar, er ætlanin at hava uppboðssølu við bátabrúgvarnar. Har verður høvi hjá fólki at keypa sær smáfisk til at kóka ella til at hanga upp. Eisini kunnu fólk keypa sær kaffi og pannikøkur [...] »Dragin«, sum skipa fyri. Luttøkutreytir Allir bátar, sum fara av vánni í Klaksvík, skulu leggja at borði hjá »Draganum« (við Varpabrúnna) fyri at fáa luttøkuskjal. Luttakarar á Borðoyarvík og Árnafirði fáa somuleiðis