Gangur í býnum

.

Ein føst uppgáva hjá politinum um vikuskiftið er at taka ímóti klagum frá fólki, sum gremja seg um gang í grannahúsum.

Klagað verður eisini um, at í miðbýnum í Havn fara fólk inn í urtagarðarnar og gera har bæði líkt og ólíkt, sum politiið tekur til.

Ein annar stórur trupulleiki í miðbýnum er tann nógvi ganurin frá bilum um næturnar. Summi hava sum ítriv at koyra aftur og fram gjøgnum býin alla náttina, og summir bilar brúka eisini floytuna. Politiið steðgar mangan síkum bilum, og onkur hevur eisini fingið bót.

Náttargangurin er til stóran ampa fyri tey, sum búgva í miðbýnum, fleiri teirra eru eldri fólk.