Av tí at sera góður streymur verður komandi vikuskifti, verður fiskikapping í Norðoyggjum. Eins og undanfarnu ár, eru tað Lions Club og stuðulsfelagið »Dragin«, sum skipa fyri.
Luttøkutreytir
Allir bátar, sum fara av vánni í Klaksvík, skulu leggja at borði hjá »Draganum« (við Varpabrúnna) fyri at fáa luttøkuskjal. Luttakarar á Borðoyarvík og Árnafirði fáa somuleiðis luttøkuskjal umborð á »Draganum«, men í Norðdepli fæst hetta skjal við Frostvirkið, og á Viðareiði fæst tað á lendingini á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann.
Minst tveir mans
í hvørjum báti
Av trygdarorsøkum er ikki loyvt at fara einsamallur. Í minsta lagi tveir mans skulu vera við hvørjum báti. Bátarnir kunnu leggja frá landi kl. 8 leygarmorgunin. Tað er bert loyvt at nýta snøri ella snellu sum veiðureiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Allir bátar skulu vera komnir aftur til lands í seinasta lagi kl. 5 seinnapartin leygardagin.
Besti báturin
fær silvurtoskin
Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. mann, verður vinnari og fær silvurtoskin. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar.
Uppboðssøla við
bátabrúgvarnar kl. 17
Um tað viðrar, er ætlanin at hava uppboðssølu við bátabrúgvarnar. Har verður høvi hjá fólki at keypa sær smáfisk til at kóka ella til at hanga upp. Eisini kunnu fólk keypa sær kaffi og pannikøkur, og børnini fáa góðgæti. Kl. 17 spælir Klaksvíkar hornorkestur og síðani byrjar uppboðssølan.
Um veðrið verður ov illfýsið, verður uppboðssølan flutt til nýggj uppboðshøllina á Kósini.
Fiskikappingardansur
í »Skálanum«
Um kvøldið verður gamlamannadansur í Skálanum við nógvum góðum, gomlum dansitónleiki og eisini føroyskum dansi.
Peningurin, sum kemur inn frá fiskikappingin og dansinum, fer óskerdur til S/S »DRAGIN«, sum verð-ur umbygdur til skúlaskip fyri ungdómin í Norðoyggjum.