dystur á Kambsdali, tí tað skal GÍ royna fáa hol á í dysti móti StÍF. Gøtukvinnurnar hava bara verið næstbest í Eysturoynni, men tær hava nú møguleikan at gera okkurt við tað. GÍ hevur verið á venjingarlegu [...] teir ætla sær at verða við í fremra enda. Liðið var á Skála og spældi, og haðani fóru teir avstað við tryggum sigri, nakað sum lið vanliga ikki gera á Skála. H71 vann eisini sín fyrsta dyst, og Palli Joensen [...] So er hol sett á eina nýggja hondbóltskapping, og um vikuskiftið vóru teir fyrstu dystirnir í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum. Í leygardagsblaðnum høvdu vit áhugavert prát við Palla Joensen, sum
Johnsson á skúlabeinkin aftur. Hann fór í summar undir læraralestur á Frælsinum, og nú heystfrítíðin er av, fór hann í skúla aftur. Men gongur tað, sum Julian ynskir og vantar, so verður hann ódrúgvur á Frælsinum [...] og harvið at økja um møguleikarnar at koma á landsliðið og harvið sannlíkið fyri at vera sæddur av útlendskum feløgum. Kennir tú tað soleiðis, at tú ert komin á mál sum fótbóltsspælari, um tú fært sáttmála [...] eg síggi møguleikarnar í Noregi sum eitt stig á vegnum at koma til Onglands. Um tað fer at eydnast, verður fyrst og fremst treytað av, um eg megni at koma á besta liðið hjá Kongsvinger og at standa meg
veðri. - Tað var vakurt og ein einastandandi uppliving, sigur Flemming Knudsen, sum var fegin um at fáa heilsa uppá komandi viðskiftafólk síni í Føroyum. Hann hevur ikki tikið við enn, men er so smátt byrjaður [...] kunna siga, um henda tænasta í framtíðini verður útbygd. Tað veldst um, hvønn tørv samfelagið hevur á útbygdum flogsambandið. Føroyar eru við at útbyggja ferðavinnuna, og har hevur Maersk Air eisini hug [...] tú heldur spyrja politikararnar um. Men tað var ein einastandandi vakur koyritúrur, vit sóu so nógv á ferðini, og tað gjørdi túrin allan so vakran. Hetta var fyrsta vitjanin hjá Flemming Knudsen í Føroyum
mió. krónur í einum trý ára skeiði til ávísa um- og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólkini vísa á, at hóast allir starvsfólkabólkar á eini hoyring í 1992 mæltu frá, er farið undir at seta hesar loysnir [...] fara umboð fyri starsfólkið á sjúkrahúsinum út í Tinganes við einum brævi til Kristian Magnussen, landsstýrismann. Brævið er undirskrivað av yvir 500 starvsfólkum, sum heita á landsstýrismannin um at broyta [...] um at gera eina hædd oman á núverandi røntgendeild og skurðgongd, hóast sera kostnaðarmikil, als ikki fer at loysa hølistrupulleikarnar hjá teimum ?heimleysu? funktiónunum á Landssjúkrahúsinum. Haraftrat
valdur at umboða yngri føroyska list á framsýningini ?Skriget? í listasavninum Arken. Og á ?Kunsternes sommerudstilling? í Tirstrup í 1994 gjørdi hann tað bragd at fáa av teimum 56, sum komu við. 1600 málningar [...] litríka landslagsmynd á bilin. Á framsýning síni í Nørre Allé Medborgerhus hevur Tummas Jákup blíantstekningar, akryl málningar og so myndir við bæði blíanti og akryl. Tey 47 verkini á framsýningini eru ógvuliga
tíðin er komin til at fáa nakað aftur, skal hann niður á knøini og bidda um tað, sum hann eigur. Í hásæti sita onkrir politikarar og vurdera, um hesin niðurslitni skattaborgari skal fáa nakað ella onki. Hesir [...] Hann sigur seg vita nakað um tann danska ATP-grunnin, sum danski javnaðarflokkurin við Jens Otto Kragh á odda stovnsetti fyrsti í 60-árunum. Feilurin við ATP-grunninum er, sigur Vilhelm, at inn- og útgjaldingarnar [...] útgjaldingarnar eru so lágar. Tað er tað persónliga, sum ger allan feilin, sigur Vilhelm. Men at vit her á landi hava persónligar funktionerpensiónir, løgtingsmannapensiónir og landsstýrismannapensiónir hevur
danir og føroyingar hava skipað fyri, er syndarlig á at líta. Harafturat er sera hugstoytt at hoyra føroyskar politikarar hvørja ferð ? eisini aftan á seinastu avdúkingina í SvF um ógegnið í bankakanni [...] sjálvir kunnu siga og gera, um so er, at teir ferð eftir ferð verða drignir upp á trá. Harafturat bøtir tað so ótrúliga lítið upp á trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum, tá ið hann í sama andarhaldi sum formaðurin [...] er ikki so nógv at liva upp til. Ábyrgdina av, at henda stýrisskipan hevur virkað og leitt okkum út á ørmundarhús eiga danir saman við føroysku heimastýrisflokkunum. Donsku krøvini til føroyskt vinnulív
centralbyrån. Á hesi fløgu er ein ørgrynna av dátuupplýsingum í umleið 1.000 fílum. Upplýsingarnar eru skipaðar í 18 dátagrunnar - tveir fyri hvørt landið soleiðis, at annar er á enskum og hin á málinum hjá [...] sigur Hans Pauli Strøm. ? Hóast føroyska tilfarið á hesum diski ikki enn er so rúgvusmikið, ber onga aðrastaðni til so skjótt og lætt at fáa hendur á og handfara føroysk hagtøl - og hvørt ár fer meira [...] ? Nú ber til at fáa øll norðurlendsk hagtøl - teldutøk. Hetta sigur Hans Pauli Strøm á Hagdeildini, sum umboðandi Hagdeildina hevur verið við í norðurlendskum arbeiðsbólki, sum hevur samskipað øll atkomilig
nøkrum undri frá einum degi til annan. Tað fer at taka tíð og hart arbeiðið, bæði á vøllinum og uttanfyri, at fáa Esbjerg á toppin í donskum fótbólti, har felagið hoyrir heima. Jørn Bach, sum hevur verið [...] geva møguleikar at keypa spælarar til felagið. Og nú hevur felagið fingið hendur á einum dugnaligum venjara, sum kann standa á odda fyri liðnum, tá tað skal royna at berja seg burtur frá botninum í 1. deild
flakavirkið á Eiði fyri umleið fýra milliónir krónur. Áðrenn Fiskavirking yvirtók, æt flakavirkið á Eiði Norðís. Og nevndin í nýggja felagnum stílar eftir at fáa hetta navnið aftur. Søkt er um at fáa navnið [...] Eisini vóna tey á Eiði, at útróðrarbátar, sum plaga at rógva út norðanfyri, fara at landa til teirra. Tað lættir jú væl um, tá róð verður á Norðhavið, at sleppa frá at senda fiskin út á Toftir á uppboðssølu [...] Ejdesgaard av Eiði, Bjarti Mohr úr Havn og Niklas Foldbo av Toftum. Virkið á Eiði er í góðum standi. Arbeitt hevur verið soleiðis av og á seinastu árini. So talan er bert um heilt fáar dagføringar, sum gerast