Fáa meira fyri tað sama

Meginparturin av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum mælir til at venda aftur til upprunaligu byggiætlanina heldur enn at umbyggja, tí tað kostar ikki miera, gevur meira pláss

Fyrrapartin í dag fara umboð fyri starsfólkið á sjúkrahúsinum út í Tinganes við einum brævi til Kristian Magnussen, landsstýrismann.

Brævið er undirskrivað av yvir 500 starvsfólkum, sum heita á landsstýrismannin um at broyta verandi umbyggingar- og útbyggingarætlan fyri Landssjúkrahúsið.

Á Landssjúkrahúsinum starvast tilsamans umleið 800 fólk, men ikki øll hava høvt møguleikan at skriva undir, orsakað av skiftandi vaktum, frígongu o.l. O. u. 90% av teimum spurdu, hava skrivað undir.


Mæltu frá longu í ?92

Starvsfólkini koma við áheitanin, tí Almanna- og heilsustýrið ætlar at nýta 29 mió. krónur í einum trý ára skeiði til ávísa um- og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólkini vísa á, at hóast allir starvsfólkabólkar á eini hoyring í 1992 mæltu frá, er farið undir at seta hesar loysnir í verk.

Starvsfólkini mæla frá at halda fram við hesari ætlan, tí tey bera ótta fyri, at umbyggingarætlanirnar skapa eins nógvar nýggjar hølistrupulleikar, sum tær eru ætlaðar at loysa. Eisini halda tey, at ætlanin um at gera eina hædd oman á núverandi røntgendeild og skurðgongd, hóast sera kostnaðarmikil, als ikki fer at loysa hølistrupulleikarnar hjá teimum ?heimleysu? funktiónunum á Landssjúkrahúsinum. Haraftrat fara ætlanirnar at órógva alt virksemið á Landssjúkrahúsinum.

Í staðin fyri at byggja um mæla starvsfólkini til at venda aftur til upprunaligu byggiætlanina frá 1991 og at byrja næsta ár. Tað kunnu tær 29 mió. krónurnar brúkast til.

Mælt verður til, at tær í da heimleysu funktiónirnar skulu flyta inn í hetta nýggja húsið, soleiðis at tær upprualigu funktiónirnar í sjálvum meginbygninginum fáa møguleika at virka, og at firður verður í tí bygninginum, har sjúklingarnir eru.


Fleiri fermetrar

Starvsfólkini gera vart við, at tann loysnin, ið tey mæla til, tá av tornar, ikki fer at kosta meira enn tær ætlanir, ið nú eru lagdar fram. Uppskotið hjá starvsfólkunum kann harafturímóti økja fermetratalið á Landssjúkrahúsinum við 5000 fermetrum móti teimum nú ætlaðu 900 fermetrunum.

Starvsfólkini vóna, at landsstýrismaðurin gongur áheitan teirra á møti, og at hann tekur neyðug stig til at broyta fíggjarlógaruppskotið samsvarandi, soleiðis at vit kunnu fara inn í næstu øld við einum vælútbygdum og vælvirkandi Landssjúkrahúsi.