Eitt nýtt partafelag, sum varð stovnað á Eiði seinasta leygardag, fer at keypa flakavirkið í bygdini frá Føroya Fiskavirking.
Partafelagið 18.10.1997, við undirnavninum Norðís hevur, gjørt avtalu við Fiskavirking um at keypa flakavirkið á Eiði fyri umleið fýra milliónir krónur.
Áðrenn Fiskavirking yvirtók, æt flakavirkið á Eiði Norðís. Og nevndin í nýggja felagnum stílar eftir at fáa hetta navnið aftur. Søkt er um at fáa navnið, og væntar nevndin, at tað fer at bera til.
Næstformaðurin í nevndini í nýggja felagnum, Tordur Niclassen á Eiði, sigur, at keypari og seljari eru samdir um ikki at upplýsa tann nágreiniliga prísin, men hann kann tó vátta, at prísurin liggur um tær fýra milliónirnar.
Endaliga fíggingin er ikki komin heilt upp á pláss enn, men kortini so nær, at nevndin væntar at fá hetta í lagi í hesi vikuni.
Samráðingar hava verið við Føroya Sparikassa um fíggingina.
Felagið er væl fyri við eginpeningi í mun til keypsprísin.Teknaði eginpeningurin er góðar tvær milliónir, ella helvtin av keypsprísinum fyri virkið.
Tað eru eiðisfólk, sum saman við fyritøkum og einstaklingum aðrastaðni frá, hava sett partapeningin í felagið.
Leiðslan í felagnum er sera fegin og takksom fyri tann stuðul, serliga eiðisfólk, men so sannilga eisini onnur, hava veitt tiltakinum við at seta partapening í.
Stjóri er funnin til virkið, men endaliga avtalan millum hann og felagið er ikki gjørd, og tí vil nevndin ikki upplýsa nakað navn enn.
Annars er nevndin mannað við fólki, bæði av Eiði og uttaneftir.
Nevndarformaður er Eyðfinn Jacobsen, advokatur. Næstformaður er Tordur Niclassen. Hinir nevndarlimirnir eru Simon Pauli Ejdesgaard av Eiði, Bjarti Mohr úr Havn og Niklas Foldbo av Toftum.
Virkið á Eiði er í góðum standi. Arbeitt hevur verið soleiðis av og á seinastu árini. So talan er bert um heilt fáar dagføringar, sum gerast skulu, áðrenn farast kann undir veruliga framleiðslu aftur.
Virkið hevur ES góðkenning, skilst á nevndini.
Miðað verður í móti at koma í gongd skjótast møguligt.
Fiskurin má fáast til vega í kapping við onnur virki. Men leiðslan fer at leggja seg eftir at fá sum mest frá teimum bátum, sum hava eitthvørt tilknýti til økið, sigur Tordur Niclassen.
Eisini vóna tey á Eiði, at útróðrarbátar, sum plaga at rógva út norðanfyri, fara at landa til teirra. Tað lættir jú væl um, tá róð verður á Norðhavið, at sleppa frá at senda fiskin út á Toftir á uppboðssølu.