Julian: Dreymurin er at sleppa til Onglands

Fótbóltur: Julian Johnsson fer at skriva sáttmála við norska felagið Kongsvinger

Í gjáramorgunin fór Julian Johnsson á skúlabeinkin aftur. Hann fór í summar undir læraralestur á Frælsinum, og nú heystfrítíðin er av, fór hann í skúla aftur.

Men gongur tað, sum Julian ynskir og vantar, so verður hann ódrúgvur á Frælsinum. Fríggjadagin kom hann aftur úr Noregi, har hann hevur brúkt heystfrítíðina til at sannføra ábyrgdarmenninar í Kongsvinger, sum er felag í fremstu norsku fótbóltsdeildini, Tippeligaen, um, at hann er nóg góður at gera sáttmála við, og nú bendir alt á, at talan verður um undirskriving av sáttmála. Men hóast hann roknar við at binda seg til nýggjan arbeiðsgevara um stutta tíð, so ætlaði Julian sær í skúla aftur í gjár:

? Vit hava ikki skrivað sáttmála, og so leingi sum eingin sáttmáli er undirskrivaður, so havi eg onga orsøk at gevast við tí, sum eg fór undir í summar. Men eg vóni og rokni við, at eg heilt skjótt fari til Noregs at skriva undir sáttmálan, sigur landsliðsmaðurin.


Barnadreymur

Julian Johnsson dylur ikki, at um hann gerst yrkisspælari, so verður talan um ein barndómsdreym, ið gerst veruleiki:

? Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri fótbólti, og í ár havi eg vant einar sjey ferðir um vikuna. Hetta hevur verið fyri at betra um fótbóltsførleikan, og sjálvandi hevur tað verið við tí fyri eyga at gerast ein betri fótbóltsspælari og harvið at økja um møguleikarnar at koma á landsliðið og harvið sannlíkið fyri at vera sæddur av útlendskum feløgum.

Kennir tú tað soleiðis, at tú ert komin á mál sum fótbóltsspælari, um tú fært sáttmála við Kongsvinger?

? Í fyrstu atløgu eri eg komin á mál, men eg skal ikki dylja yvir, at mítt størsta ynski er at koma til Onglands at spæla fótbólt. Mær dámar sera væl eingilskan fótbólt, sum eg haldi liggur væl til mítt fótbóltsspæl. Har eru nógvir nærdystir og tað verður spælt skjótt og beinleiðis.

Men hví fert tú so til Noregs og ikki beinleiðis til Onglands?

? Eg havi ikki havt nakran møguleika at koma til Onglands, og tað er heldur ikki sum at siga tað. Men eg síggi møguleikarnar í Noregi sum eitt stig á vegnum at koma til Onglands. Um tað fer at eydnast, verður fyrst og fremst treytað av, um eg megni at koma á besta liðið hjá Kongsvinger og at standa meg væl har. Um tað eydnast, so er ikki óhugsandi, at onkur fótbóltsumboðsmaður setir meg í samband við okkurt eingilskt felag. Í løtuni er Noreg tað landið, sum letur flest spælarar til Onglands. Mær varð sagt, at 41 norðmenn spæla fótbólt á høgum støði í Onglandi, og tað eru nógvir fótbóltsumboðsmenn, sum alla tíðina kanna, um tað á norska marknaðinum eru spælarar, sum kunnu brúkast í Onglandi.


Talan er um handil

Julian Johnsson greiðir í hesum sambandi frá, at ein av ungu spælarunum í felagnum, sum hann eftir øllum at døma fer í starv hjá, akkurát hevur verið til royndarvenjingar í Ipswich, sum spælir í 1. deild í Onglandi:

? Felagið hevði mælt honum frá at fara, tí teir hildu ikki, at tíðin var búgvin til tað, men hann fór alíkavæl, og nú hevur hann fingið at vita, at talan verður ikki um sáttmála.

Men um Kongsvinger ger sáttmála við teg, verður tað so ikki fyri at brúka teg sum spælara heldur enn sum handilsvøru?

? Eftir at eg hevði vant við teimum tvær ferðir um dagin fyrrapartin av síðstu viku, søgdu teir, at felagið var áhugað í at gera sáttmála við meg. Teir søgdu seg síggja møguleikar í at brúka meg sum verjukendan miðvallara, har fremsta uppgávan verður at vinna bóltarnar og so spæla teir skilagott víðari. Skoðsmálið, sum eg fekk, var tað sama, sum eg havi hoyrt frá so nógvum øðrum, at kropsliga, skjótleika og í spælskili eri eg á hædd við hinar, men teir hildu, at bóltførleikin kundi mennast. Eg eri 22 ára gamal, og tá feløg skulu gera íløgur í nýggjar spælarar verður tað altíð mett sum ein fyrimunur, at tú ert ungur. Tað ger, at møguleikarnir fyri at menna spælaran og kanska seinni at selja hann víðari við vinningi er størri. Men nú snýr tað seg fyrst og fremst um at fáa sáttmálan í lag og síðani um at stríða seg til eitt pláss á besta liðnum í Kongsvinger, sigur Julian Johnsson.


Norskur fótbóltur

er í menning

Norskur fótbóltur hevur ment seg ógvuliga nógv seinnu árini. Tað sæst m.a. í úrslitunum, sum landsliðið hevur rokkið og í, at Rosenborg er vorðið besta fótbóltsfelagið í Norðurlondum og hevur megnað at spæla seg í europeisku meistarakappingina. Lønirnar í Rosenborg eru væl hægri, enn tær eru í øðrum feløgum, men úr Noregi frætta vit, at bestu spælararnir har vinna í minsta lagi eins nógv, sum teir gera í Danmark, og tað vil siga eina staðni ímillum 50 og 70 túsund krónur um mánan. Sjálvsagt verður talan ikki um upphæddir av slíkum slagi fyri ein nýggjan spælara, sum kemur úr Føroyum, men at talan verður um eina hampuliga byrjunarløn er einki at ivast í.

Julian Johnsson roknar við, at hann heilt skjótt skal til Noregs at skriva undir sáttmálan. Talan verður um ein trý ára sáttmála, men Julian vil ikki so fegin tosa um, hvørjum treytum sáttmálin verður skrivaður undir. Tað er Nordplayer AS, sum tekur sær av sáttmálasamráðingunum fyri Julian. Felagið hevði fyri stuttum ein umboðsmann í Føroyum, og B36 spælarin er tryggur við at lata teir gera arbeiðið fyri seg:

? Teir hava royndir, og teir hava umboðað nógvar spælarar, sum hava skrivað sáttmála, t.d. landsliðsspælararnar Kjetil Rekdal og Tor Andre Flo. Tað er týdningarmikið at tú hevur umboðsmenn, sum bara hugsa um teg og tíni krøv og kunnu geva feløgunum eitt heilt annað mótspæl, enn tú einsamallur og óroyndur hevði megnað, staðfestir Julian Johnsson.

Kongsvinger er einar hundrað kilometrar sunnanfyri Oslo, har búgva knapt tjúgu túsund fólk, og Julian heldur, at býurin minnir ikki sørt um Havnina. Viðurskiftini bæði í býnum og í felagnum eru væl skipað, og tað er greitt, at felagið skal syrgja fyri íbúð til føroyska spælaran:

? Teir hava eisini ein svenskan spælara, og fyrrverandi landsliðsspælarin, Dag Arnesen, sum hevur havt við meg at gera, undirstrikar, at tað er av alstórum týdningi fyri teir, at útlendsku spælararnir fara at liva undir korum, sum teir trívast undir. Tí um vit ikki trívast uttanfyri vøllin, so heldur hann sannlíkið vera lítið fyri, at vit fara at trívast á vøllinum.


Høll fyri 64 milliónir

Tað er ikki greitt, nær Julian skal í starv hjá norska felagnum. Norska kappingin, sum fylgir álmanakkanum, endaði sunnudagin, og teir leggja ikki til brots aftur fyrrenn síðst í mars. Tað er veðrið, sum avmarkar tíðina, sum tað ber til at spæla í. Men tað merkir ikki, at eingin fótbóltur verður spældur í Noregi á vetrartíð.

Feløgini venja og fyrireika seg alla tíðina. Fram ímóti kappingarbyrjan gera tey nógv av at fara suðureftir á venjingarlegur, men tey gera eisini nógv við at betra møguleikarnar at venja heima í Noregi.

? Kongsvinger hevur akkurát nú bygt eina venjingarhøll fyri 64 milliónir krónur. Høllin er so mikið stór, at har er pláss fyri einum graslíkisvølli í fullari vallarstødd, og har venja teir alt árið, greiðir Julian Johnsson, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma skjótt verður næsti føroyingurin, sum fer í fulltíðar vinnu sum fótbóltsspælari, frá.