? Nú ber til at fáa øll norðurlendsk hagtøl - teldutøk.
Hetta sigur Hans Pauli Strøm á Hagdeildini, sum umboðandi Hagdeildina hevur verið við í norðurlendskum arbeiðsbólki, sum hevur samskipað øll atkomilig hagtøl úr norðanlondum á eina teldufløgu (CD?ara).
Tað eru allar tær norðurlendsku hagstovurnar, sum hava verið við í arbeiðinum: Hagstova Føroya, Grønlands Statistik, Hagstofa Íslands, Danmarks Statistik, norska Statistisk sentralbyrå, finska Statistikcentralen og svenska Statistiska centralbyrån.
Á hesi fløgu er ein ørgrynna av dátuupplýsingum í umleið 1.000 fílum. Upplýsingarnar eru skipaðar í 18 dátagrunnar - tveir fyri hvørt landið soleiðis, at annar er á enskum og hin á málinum hjá viðkomandi landi.
Í hvørjum dátagrunni er ein rúgva av talvum. Tær eru um íbúgvaviðurskifti, um vinnuviðurskifti, um uttanlandshandil, um bústaðarviðurskifti, umsamskifti, um prísir, um lønir og ymisk onnur lyklatøl.
Einfalt at handfara
Á teldufløguni er forritið PC-AXIS til at handfara hagtalstilfarið. Tað er in útgáva til Windows 3.x, Windows 95, Windows NT, til Macintosh-softwindows og til OS2-windows, eins og ein til DOS.
? Forritið kann skifta millum øll tey norðurlendsku málini og til enskt. Tú kanst soleiðis arbeiða við diskinum á norskum, íslendskum, svenskum, donskum, grønlendskum, finskum, enskum - ella á føroyskum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm hevur víst okkum, hvussu forritið er at fáast við, og vit kunnu geva honum rætt í, at tað er sera einfalt at handfara, og tað gongur skjótt at taka fram teir upplýsingarnar, tú hevur brúk fyri.
? Tær nýtist ikki brúkarahandbólk - manual, um tú hevur vanligan kunnleika til windowsforrit. Men vilt tú hava hjálp, so er ein leiðbeiningarmyndarøð á diskinum.
? Harafturat ber altíð til at venda sær til Hagstovuna, hevur tú brúk fyri hjálp, sigur Hans Pauli Strøm.
Arbeið víðari
í egnum forriti
Í PC-AXIS forritinum kanst tú gera úrdrættir av talvunum, broyta úrvalið og uppsetingina, venda og snara teigum og røðum, og tú kanst viðgera taltilfarið á ymsan hátt.
Allar vanligu hentleikarnar í windows hevur tú eisini í PC-AXIS. Og so kanst tú gera beinleiðis samband yvir í onnur forrit, sum tú plagar at arbeiða við, sum t. d. EXCEL ella Lotus. Her kanst tú so arbeiða víðari við talvunum, gera strikumyndir o. s. fr., greiðir Hans Pauli Strøm frá.
Tað ber til at keypa teldufløguna á Hagstovu Føroya, og kostar hon 750 krónur, sigur Hans Pauli Strøm.
Norðurlendksu dátugrunnur
Teldufløgan »Hagtøl um landamark« varð fyrstu ferð gjørd í 1992 av norðurlendsku hagstovunum í Danmark, Finlandi, Íslandi, Noreg og Svøríki. Síðani er hon komin í nýggjari útgávu høvrt ár. Í 1993 kom Nordisk Statistisk Sekretariat upp í samstarvið, ið 1993 Grønlands statistik og í 1994 hagstova føroya. Harafturat hevur síðani 1994 verið ein serligur dátagrunnur við stórbýarhagtølum, sum hagstovurnar í teimum fimm stóru høvuðsstøðunum hava gjørt.
Frá og við 1997 er Nordisk statisisk sekretariat tikið av. Tí fer tann samnorrøni dátagrunnurin nú at koma frá Danmaks Statistik, sum í samstarvi við hinar norðurlendsku hagstovurnar skal byggja upp ein nýggja Norðurlendskan Dátagrun vegna Norðurlendska Ráðharraráðið. Hesin dátagrunnur er enn í síni byrjunartíð, og hagtalstilfarið til hesa 1997-útgávu av teldufløguni er tí avmarkað. Men tað fer at verða lagt afturat hvørt ár.
Ongastaðni
gongur so skjótt
Hans Pauli Strøm sigur, at fløgan hevur verið roynd og hevur fingið sera góð ummæli í bløð-um og tíðarritum í Norðurlondum. T. d. í Computer Sweeden sum nevndin fløguna »CD-ROM för proffs«, og í einum øðrum teldublað, Datorn, sum vísit á, hvussu væl egnað fløgan er í undirvísingini.
? Tað er vón okkara, at hesin 1997-diskurin við »Hagtølum um lnadamark« fer at verða fólki hentur og gangligur, antin tað er sum amboð í undirvísng ella til kanningararbeiði í fyritøkuni, stovninum ella heima við hús, sigur Hans Pauli Strøm.
? Hóast føroyska tilfarið á hesum diski ikki enn er so rúgvusmikið, ber onga aðrastaðni til so skjótt og lætt at fáa hendur á og handfara føroysk hagtøl - og hvørt ár fer meira at verða lagt afturt, sigur Hans Pauli Strøm