Jan Allan Müller fær nýggjan venjara

Fótbóltur: Esbjerg miðjar eftir toppinum í donskum fótbólti

Frá 1. desember fær Jan Allan Müller nýggjan venjara í Esbjerg.

Viggo Jensen, sum í løtuni er venjari hjá Århus Fremad, tekur tá við sum venjara í felagnum, og tað skal saman við øðrum viðurskiftum í felagnum verða grundarlag fyri at senda Esbjerg upp í bestu donsku deildina, Superliguna.

Fyri nøkrum mánaðum síðani var fíggjarliga kreppa í Esbjerg, men lokala vinnulívið tók seg saman um hart rakta felagið, og gav tí bæði eina ítróttarliga og fíggjarliga innspræning, sum skuldi føra við sær fótbólt í bestu deildini.

Nýggja felagið, EfB Elite A/S, hevur ein partapening uppá millum 3,5 og 5 mió. krónur, og teir skulu skapa góðar umstøður í felagnum og geva møguleikar at keypa spælarar til felagið.

Og nú hevur felagið fingið hendur á einum dugnaligum venjara, sum kann standa á odda fyri liðnum, tá tað skal royna at berja seg burtur frá botninum í 1. deild og nærhendis uppflyting til Superliguna.


Hevur drúgvar royndir

Viggo Jensen hevur skapt sær sjálvum eitt umdømi sum ein illsintur og effektivur venjari, sum vil hava úrslit, og sum ongantíð letur reyð roknskapartøl eftir sær. Hann er útbúgvin revisor, og hevur tí natúrligu fyritreytirnar fyri at blanda saman ítrótt og pengar.

Viggo Jensen hevur drúgvar royndir sum spælari og sum venjari. Hann hevur verið professionellur í m.a. Bayern München, hevur spælt 8 A-landsdystir, og hevur eisini eina fortíð í Esbjerg.

Hann hevur verið venjari hjá Svendborg, Silkeborg, Malmø, Viborg, OB og OL-landsliðnum, og hann var hjálparvenjari hjá Richard Møller Nielsen, tá Danmark vann EM í 1992.

­ Eg havi altíð droymt um at sleppa aftur til Esbjerg, sum, tá hugsað verður um hvussu stórur býurin er, hoyrir heima í Superliguni, segði Viggo Jensen í gjár við danskar fjølmiðlar.

­ Eg rokni ikki við nøkrum undri frá einum degi til annan. Tað fer at taka tíð og hart arbeiðið, bæði á vøllinum og uttanfyri, at fáa Esbjerg á toppin í donskum fótbólti, har felagið hoyrir heima.

Jørn Bach, sum hevur verið venjari í Esbjerg, hevði sáttmála fyri 1998 eisini, men hann hevur fingið sekkin, og gevst 1. desember.

Jan Allan Müller er sáttmálabundin í Esbjerg til 1. januar 1999.