So er hol sett á eina nýggja hondbóltskapping, og um vikuskiftið vóru teir fyrstu dystirnir í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum.
Í leygardagsblaðnum høvdu vit áhugavert prát við Palla Joensen, sum hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari í hondbólti, og har varð mett um nýggju kappingina, og hvussu útlitini vóru.
Hjá monnum var og er stóri spurningurin, um nakar kann steðga liðnum hjá VÍF, sum vann meistaraheitið í stórum stíli í fjør, og sum longu í ár hevur víst styrki, sum einki annað føroyskt hondbóltslið. Palli Joensen helt, VÍF er stórfavorittur til FM-heitið, og tað munnu tey flestu taka undir við.
Í fyrsta umfari av kappingini vísti liðið eisini sína styrki, men kanska var bakgrundin fyri stórsigrinum nakað bílig, tí liðið hjá Neistanum tykist ikki vera væl fyri í løtuni. Neistin byrjaði eisini kappingina í fjør illa, men teir komu fyri seg, og spælaratilfarið í felagnum er til betri avrik enn tað, teir vístu í Vestmanna leygardagin.
Kyndil dystast vanliga við VÍF í oddinum í kappingini hjá monnum, og liðið hjá Sverra Jacobsen vísti sunnudagin, at teir ætla sær at verða við í fremra enda. Liðið var á Skála og spældi, og haðani fóru teir avstað við tryggum sigri, nakað sum lið vanliga ikki gera á Skála.
H71 vann eisini sín fyrsta dyst, og Palli Joensen helt fyri í prátinum leygardagin, at tað kann væl fara at verða H71, sum verður harðasti kappingarneytin hjá VÍF í ár. Kappingin í fjør er gott grundarlag hjá liðnum úr Hoyvík at byggja víðari á, og kunnu teir taka seg enn meiri fram, verða teir uttan iva við í oddinum.
Fyrsta umfarið av kappingini skal ikki liggja til grundar fyri spádómum av hvørki einum ella øðrum slag, tí ein dystur sigur ikki nógv, men tekini um hvør fer at standa seg væl og hvør fer at standa seg minni væl byrja nú at koma, og næstu vikurnar fara at siga okkum meiri um hvussu kappingin fer at mynda seg.
Neistin legði seg eisini á odda
Hjá kvinnunum kann einki felag í landinum sammeta seg við Neistan, sum eigur nógv tey flestu meistaraheitini, og sum eisini er føroyameistari í løtuni, og longu í fyrsta umfari løgdu tær bláu seg fram um hini liðini.
Neistin var á Kambsdali og dystaðist við GÍ, og har vunnu tær tryggan sigur. Munurin gjørdist fimm mál, men Neisin vísti frá byrjan at tær eru væl fyri. Gøtukvinnur komu nakað fyri seg í seinna hálvleiki, men Neistin helt tryggan avstand og fór við báðum stigunum.
Kyndlaliðið, sum Palli Joensen segði seg vænta sær nógv av í ár, tapti sín fyrsta dyst í ár. Tær vóru á Skála og spældu móti StíF, og har var heimaliðið sterkari. Sigurin var uppá trý mál, og hann gav ábendingar um, at StÍF aftur í ár fer at verða við millum tey fremru liðini.
Mikukvøldið verður ein sera spennandi dystur á Kambsdali, tí tað skal GÍ royna fáa hol á í dysti móti StÍF. Gøtukvinnurnar hava bara verið næstbest í Eysturoynni, men tær hava nú møguleikan at gera okkurt við tað. GÍ hevur verið á venjingarlegu uttanlands, og fyrireikingarnar til kappingina hava verið góðar.
Suðuri í Vági hittust VB og liðið norðan úr Vági, Stjørnan, og javni dysturin millum liðini endaði við tveymálssigri til VB. Fyri tveimum árum síðani dystaðust hesi bæði liðini um at sleppa undan niðurflyting, og næstu umførini fara at siga okkum, tað skal verða lívið aftur í ár, ella um nakað av liðunum kann toga seg longur fram.
Kvinnuhondbólturin hevur tikið seg fram seinnu árini, og hevði tað endaði við eini spennandi kapping í ár, og ikki bara sum vanligt, at Neistin strýkur frá øllum, hevði nógv verið vunnið.
Fyrsta umfar gav ikki ábendingar um hetta, men nú er fyrsta umfar bara fyrsta umfar...