Hann hevur búð og arbeitt tvey tey seinastu árini í Danmark, ar hann hevur havt fleiri framsýningar eins og hann hevur sýnt fram i øðrum londum við.
Um ársskiftið 95-96 varð hann valdur at umboða yngri føroyska list á framsýningini ?Skriget? í listasavninum Arken. Og á ?Kunsternes sommerudstilling? í Tirstrup í 1994 gjørdi hann tað bragd at fáa av teimum 56, sum komu við. 1600 málningar vórðu sendir inn til framsýningina.
Tummas Jákup vakti ikki minst áhuga við verki sínum ?Land escape?, har hann brúkti sín egna bil sum lørift og málaði eina litríka landslagsmynd á bilin.
Á framsýning síni í Nørre Allé Medborgerhus hevur Tummas Jákup blíantstekningar, akryl málningar og so myndir við bæði blíanti og akryl.
Tey 47 verkini á framsýningini eru ógvuliga ymisk, eisini í stødd, líka frá smáum A3 tekningum til itt 2x3 m stórt verk við blíanti, kolstift, lakki og máling.
Henda framsýningini er ein av 15 í eini røð yvir eitt ár, og framsýningarnar hava tað til felags, at framsýnararnir eru útlendsk listafólk búsitandi í Danmark.
Framsýningin hjá Tummas Jákupi verður í Nørre Allé Medforborgerhus til 1. november. Opið er mánadag til hósdag frá kl. 9 til 22, frígjadag frá kl. 9 til 23 og leygardag frá kl. 12 til 23.
Adressan er Nørre Allé 7.










