almennar tænastur er tað so, at lønirnar hækka 1. oktober, og saman við møguleikanum at fiski- og alivinnan møguliga fara at halda uppat at minka, ger at komandi ársfjórðingurin fer at lyfta seg eitt sindur uppum [...] vísir, at í triðja ársfjórðingini vórðu 2,091 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Hetta er fjórði ársfjóðringur á rað, at lønirnar eru um 2,1 milliard. Bæði í 2014 og 2015 var javnur vøkstur at kalla hvønn [...] m sæst, at fiski- og alivinnan høvdu eitt upplop, sum byrjaði á heysti 2015 og toppaði í februar 2016. Seinastu sjey mánaðirnar hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd, og tað sær út til, at fiskivinnan
leggja frá sær, vóru fleiri, ið vónaðu, at kanska fór at koma ein broyting til tað betra. Men einki er hent, og Reuters skrivar, at í staðin hevur ein kensla av, at fólk eru fallin í fátt, samstundis sum [...] Búskaparfrøðingar ávara ímóti, at lønar- og pensjónshækkingar fara at forða fyri, at pengar verða til nýggj sjúkrahús, motorvegir og skúlar, sum kanningar hava víst, at almenningurin nógv heldur vil hava [...] lyfti um nýskipanir slett ikki eru hildin, og heldur ikki hava politikararnir megnað at gjørt alneyðugar íløgur at betra um niðurslitna samferðslukervið í landinum. Tá 64 fólk lótu lív í einum náttklubba
Tjóðveldi. Lýsingarherferðin fær ikki hennara javnstøðuhjarta at banka, men hinvegin vónar hon, at kvinnur vita, at hetta bert er ein máti at gera gjøldur burturúr teimum fordómum, sum eru um kvinnur. - [...] avsendarin, so ber eisini til at taka lættari uppá stilettirnar. - Demokratia ger nógv fyri at eggja kvinnum at stilla upp. Eisini millum valini ger Demokratia nógv fyri at upplýsa kvinnum um, hvussu tær [...] eina lýsingarherferð, sum skal fáa fólk at ressast við. - Eg vóni hetta er ein háttur at fáa eyka uppmerksemi, tí hetta fastheldur allar teir fordómarnar um, at kvinnur bara eru stilettir og til pynt.
til, at størri avmarkingar verða settar á fíggjarliga frælsi hjá kommununum. Búskaparráðið heldur, at eisini kommunurnar eiga at arbeiða við útreiðslulofti og jattanarkarmum, og at landið átti at ásett [...] land og kommunur samanlagt, at víst eitt stórt yvirskot, skrivar Búskaparráðið um heystfrágreiðing sína. Kortini er framvegis eitt stórt alment hall eins og at landið heldur á at gera stórar almennar íløgur [...] einaferð ávarar Búskaparráðið um, at áhaldandi stóru almennu íløgurnar, hjá bæði landi og kommunum, fara at bera við sær ein konjunkturviðgangandi politikk, sum kemur at økja um sveiggini í búskapargongdini
mettu ikki, at báturin er egnaður til hesa farleið. Fólk undraðu seg eisini yvir, at Skipaeftirlitið hevði givið Groth fyribilsloyvi at sigla við ferðafólki. Strandferðslan hongdi seg í, at tað er ikki [...] ikki bara sum at siga tað at fáa ein bát í eini handavend at sigla um fjørðin. Men feløgini í Vestmanna, sum eiga og reka góðkendar ferðamannabátar, søgdu seg ikki vera spurdar av Strandferðsluni. Longu farin [...] sigur, at Súlan aftur er farin at røkja hesa sigling, til Sildberin kemur aftur av beding. Sildberin hevur ligið við brotnum geari, men nýtt gear er komið í dag, og rakstrarleiðarin væntar, at Sildberin
drongurin at krúpa til krossin. Hann tók myndirnar av Facebook, bað um umbering og lovaði ongantíð at gera slíkt aftur. - Eg vóni, at tit kunnu fyrigeva mær, og eg lovi, at eg ongantíð fari at gera slíkt [...] hundinum á snórinum út á Facebook. Í fyrstani, tá mótmælini byrjaðu at streyma inn, helt drongurin fyri, at hann kundi ikki verða meldaður fyri at hava "vaskað" hundin hjá sær. Millum djóraverndarfelagsskapirnar [...] sum kravdi, at málið verður kannað, og at ákærumyndugleikarnir á Filipinunum krevja dreingin fyri rættin. - Hetta er ikki barnaspæl, men grov dýramishandling, segði umboð fyri PETA við AFP. At enda noyddist
og bíðaði eftir, at heimurin fór at ganga til grundar. Sjálvur hevði hann tá brúkt meginpartin av síni uppsparing ? ella einar 750.000 krónur ? til at kunngera, at hin 21. mai fór at verða seinasti dagur [...] Robert Fitzpatrick brúkti næstan allan sín uppsparda pening til at fortelja heiminum, at jørðin fór at ganga til grundar í gjár ? leygardagin, men leygardagurin er farin, og enn er heimurin ongan veg farin [...] Antin fer Guð at taka teg upp til himmals ? ella doyr tú í jarðskjálvtanum, segði Robert Fitzpatrick við New York Daily News.
Hann roknaði ikki við at hava brúk fyri sínum peningi eftir, at leygardagurin
tað ikki at verið nakar stórur trupulleiki at fingið fíggjarlógina samtykta. Men tað eru onnur mál, sum kunnu koma at órógva – eitt nú fiskidagarnir og kommunusamanleggingin – og sum kunnu gera, at val má [...] Nær væntar tú, at tað verður val? Eg rokni við, at vit fara at nærkast 19. januar, áðrenn tað verður val, men vit hava eina minnilutasamgongu, sum hevur brúk fyri semjum við partar av andstøðuni, og letur [...] letur tað seg ikki gera, so kann eitt val koma fyrri. Nær heldur tú, at val skal verða? Generelt haldi eg, at val eigur at verða um heystið heldur enn tíðliga á árinum, tí annars skal eitt nýtt landstýrið
Havnina og at hann ikki er mitt í bygdum øki og at starvsfólkið og barnaverndartænastan hevur verið við í ætlanini og at mett var, at talan var um serstakliga væl hóskandi høli Høgni Hoydal helt, at tey máttu [...] na hjá hesum báðum stovnunum. Rósa Samuelsen sigur, at báðir stovnarnir skulu leggjast saman og at teir skulu halda til í Mjørkadali. Hon væntar, at flutt verður í Mjørkadal í vár. Nógvir politikarar øtaðust [...] Jenis Av Rana kallaði hetta eina sinnissvaka ætlan at flyta tey langt av alfaraveg uppi í haganum. Karsten Hansen segði, at endamálið við stovnunum var at slúsa tey ungu og børnuni út aftur í vanliga samfelagið
Almannamálaráði. Farið tí at heita á tykkum um at gevast her, í persónligu jakstranini av mær og mínari familju. Eri sannførdur um at okkara leiklutur ikki liggur eftir í royndini at menna bygd, oyggj og land [...] skriving móti mær og familjuni. Eg vóni at tit kenna tykkum hógv og at tit ikki eisini seta at mær sum nevndarformanni í SEV. Tað vildi verið ein endalig staðfesting av, at tað bert er manninum tit fara eftir [...] Eg boðaði frá beinanvegin, at heldur enn at koma við persónligum verjurøðum, fór eg at lata óheftar myndugleikar taka støðu til ógvusligu ákærurnar. Tað arbeiðið, er nú við seinastu niðurstøðuni liðugtgjørt