Eg boðaði frá beinanvegin, at heldur enn at koma við persónligum verjurøðum, fór eg at lata óheftar myndugleikar taka støðu til ógvusligu ákærurnar. Tað arbeiðið, er nú við seinastu niðurstøðuni liðugtgjørt, og allar ákærur eru afturvístar, sambært ávíkavist óheftum grannskoðara, Innlendismálaráði og Almannamálaráði.
Farið tí at heita á tykkum um at gevast her, í persónligu jakstranini av mær og mínari familju. Eri sannførdur um at okkara leiklutur ikki liggur eftir í royndini at menna bygd, oyggj og land, og valini, hornasteinurin í fólkaræðinum, hava tala sítt týðiliga mál.
Kenni meg somuleiðis sannførdan um at rættvísið altíð sigrar at enda og vit eru, sum familja, glað um at óheftu niðurstøðurnar, eru í trá við okkara egnu fatan av støðuni.
Einki hevði farið av tykkum báðum, Brandi Sandoy og Gerhardi Lognberg, um tit komu við eini almennari umbering, fyri tykkara almennu skriving móti mær og familjuni.
Eg vóni at tit kenna tykkum hógv og at tit ikki eisini seta at mær sum nevndarformanni í SEV. Tað vildi verið ein endalig staðfesting av, at tað bert er manninum tit fara eftir, og ikki eftir politiska førleikanum og politisku úrslitunum.
Vit vilja enn einaferð takka øllum tykkum, sum við bøn og góðum stuðli hava vart og verið um okkum, meðan harðast leikaði á. Hjartans tøkk.










