Nær væntar tú, at tað verður val?
Eg rokni við, at vit fara at nærkast 19. januar, áðrenn tað verður val, men vit hava eina minnilutasamgongu, sum hevur brúk fyri semjum við partar av andstøðuni, og letur tað seg ikki gera, so kann eitt val koma fyrri.
Nær heldur tú, at val skal verða?
Generelt haldi eg, at val eigur at verða um heystið heldur enn tíðliga á árinum, tí annars skal eitt nýtt landstýrið liva í eitt heilt ár við eini fíggjarlóg, sum eitt annað landsstýri hevur gjørt.
Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?
Nú eru fíggjarkarmarnir samtyktir, og tí átti tað ikki at verið nakar stórur trupulleiki at fingið fíggjarlógina samtykta. Men tað eru onnur mál, sum kunnu koma at órógva – eitt nú fiskidagarnir og kommunusamanleggingin – og sum kunnu gera, at val má útskrivast í heyst.
Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?
Eg vænti, at tað verður eitt rokaligt heyst. Higartil hevur landsstýrið serliga samstarvað við Tjóðveldi og fyri ein part við Framsókn, men eg rokni við, at teir flokkarnir í andstøðu, sum eru uttan fyri ávirkan í løtuni, fara at royna at leggja okkum fótonglar í vegin, so vit fáa eitt val skjótari, enn ætlanin er.










