Nú skulu børnini og tey ungu, sum hava verið brúkarar á teimum báðum stovnunum, Rókini og Slóðini, flytast niðan í Mjørkadal. Tað upplýsti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Løgtinginum beint nú, tá ið Høgni Hoydal spurdi hana, um framtíðarlagnuna hjá hesum báðum stovnunum.
Rósa Samuelsen sigur, at báðir stovnarnir skulu leggjast saman og at teir skulu halda til í Mjørkadali.
Hon væntar, at flutt verður í Mjørkadal í vár.
Nógvir politikarar øtaðust um ætlanina. Jenis Av Rana kallaði hetta eina sinnissvaka ætlan at flyta tey langt av alfaraveg uppi í haganum. Karsten Hansen segði, at endamálið við stovnunum var at slúsa tey ungu og børnuni út aftur í vanliga samfelagið. Og vanliga samfelagið er ikki í Mjørkadali.
Tinglimir átalaðu eisini ætlanina, tí tey siga, at tørvurin hjá teimum, sum brúka Slóðina og Rókina, er heilt ymiskur.
Onnur tingfólk spurdu, hvussu verður við flutningi til og frá um veturin.
Rósa sigur, at serkunnleiki metir, at stovnurin liggur best uttanfyri Havnina og at hann ikki er mitt í bygdum øki og at starvsfólkið og barnaverndartænastan hevur verið við í ætlanini og at mett var, at talan var um serstakliga væl hóskandi høli
Høgni Hoydal helt, at tey máttu fáa eina fakliga grundgeving fyri, hví báðir stovnarnir skulu leggjast saman og hví teir skulu leggjast uttanfyri alt sosialt samband