Åge Hareide er deyður

Hareide hevur verið krabbasjúkur.

Hareide hevur verið krabbasjúkur og  andaðist stillisliga í dag, 72 ára gamal, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.

 

Síðani juni hevur hann stríðst við krabbasjúku í heilanum. Í novenber frætti almenningurin um sjúku hansara.

 

Åge Hareiude var kendur fótbóltsvenjari, og var m.a. landsliðsvnjari hjá monnum í Noreg og seinni í Danmark.

 

Hann steðgaði sum 72 ára gamal sum landsliðsvenjari í Íslandi í 2024.

 

Sjálvur leikti hann 50 A landsdystir fyri Noreg í síni tíð.