Burn: Ári tryggjaði Neistanum sigurin í seinasta sekundinum

Neistin vann tepran sigur í Kollafirði

Ein dystur var í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.

 

Í høllini í Kollafirði tók KÍF móti Neistanum. Dysturin endaði við einum teprum 28-27 sigri til Neistan. Ári Arnason (myndin) skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum av dystinum.

 

Í steðginum vóru neistamenn greitt á odda 18-11. Tá 48 minuttir vóru leiktir høvdu kollfirðingar lagt seg á odda 23-22. Seinastu 12 minuttirnar var ongantíð meir enn eitt mál á muni, men Neistin fekk also seinasta orðið.

 

Fríði Weyhe var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. "Match-vinnarin" Ári Arnason var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum.

 

Leygardagin klokkan 17 tekur Team Klaksvík móti StÍF í KÍ-høllini í tí, sum verður seinasti dysturin í Burn mansdeildini í 2025.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum KÍF og Neistan, og støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##