Játtandi svar til 24 umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøði

Í dag fáa umsøkjarar til lestrarpláss á bachelorútbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði svar frá Lestrarskrivstovuni, skrivar setur.fo.

 

Útbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum fær nú 24 nýggj lesandi á fyrsta semestri, um øll taka av.

 

Lestrarskrivstovan hevur í seinastuni viðgjørt tær 30 umsóknirnar, sum komu inn til vetrarupptøkuna, og 24 fáa í dag tilboð um lestrarpláss.

 

Freistin at taka av lestrarplássinum skal vera Fróðskaparsetrinum um hendur í seinasta lagi á midnátt mikudagin 7. januar.

 

Eru tøk lestrarpláss eftir tað, verða tey lýst leys at søkja.

 

Innleiðsla fyri tey nýggju lesandi verður mánamorgun 26. januar 2026.

 

Lesið meira um útbúgvingina her.