Fyrrverandi forkvinnan í Javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, heldur stilletirnar á myndini hjá Demokratia vera eitt tekin um eina lýsingarherferð, sum skal fáa fólk at ressast við.
- Eg vóni hetta er ein háttur at fáa eyka uppmerksemi, tí hetta fastheldur allar teir fordómarnar um, at kvinnur bara eru stilettir og til pynt. Tað er helst meint sum skemt, sigur Katrin Kallsberg, sum eisini er tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Lýsingarherferðin fær ikki hennara javnstøðuhjarta at banka, men hinvegin vónar hon, at kvinnur vita, at hetta bert er ein máti at gera gjøldur burturúr teimum fordómum, sum eru um kvinnur.
- Kvinnur er annað enn stilettir. Og tað hevði verið stuttligt at hugsa, hvussu vit høvdu heitt á menn til at stilla upp, um ein líknandi lýsingarherferð skuldi verið gjørd til menn, sigur Katrin Kallsberg.
Hon sigur, at tá ið Demokratia er avsendarin, so ber eisini til at taka lættari uppá stilettirnar.
- Demokratia ger nógv fyri at eggja kvinnum at stilla upp. Eisini millum valini ger Demokratia nógv fyri at upplýsa kvinnum um, hvussu tær skulu koma framat flokkunum, so júst Demokratia sleppur avstað við meira enn onnur. Hevði tað verið onkur annar, so hevði eg hildið tað var verri, sigur Katrin Kallsberg.










