Lønirnar eru óbroyttar seinasta árið.
Tað vísa nýggjastu lønartølini frá Hagstovuni.
Seinasta árið hava lønirnar sveiggjað um 600 milliónir kr. um mánaðin, og apríl var onki undantak.
Tá vórðu útgoldnar 596 milliónir. Trendurin vísir eisini, at lønirnar hava staðið í stað síðstu 8 mánaðirnar,
Sambært tølunum frá Hagstovuni, hava lønirnar tó hug at kvinka eitt lítið vet uppeftir.