Brúkti sína uppsparing til dómadag

Robert Fitzpatrick brúkti næstan allan sín uppsparda pening til at fortelja heiminum, at jørðin fór at ganga til grundar í gjár ? leygardagin, men leygardagurin er farin, og enn er heimurin ongan veg farin. Leygarkvøldið, tá klokkan nærkaðist midnátt í New York, sat hin pensjóneraði amerikumaðurin, Robert Fitzpatrick, og bíðaði eftir, at heimurin fór at ganga til grundar. Sjálvur hevði hann tá brúkt meginpartin av síni uppsparing ? ella einar 750.000 krónur ? til at kunngera, at hin 21. mai fór at verða seinasti dagur á jørð.

New York Daily News skrivar, at Robert Fitzpatrick er ein teirra, sum stuðlaði útvarpsevangelistinum og dómadagsprofetinum, Harold Camping, ið hevði roknað seg fram til, at Jesus skuldi koma aftur leygardagin, samstundis sum ein gigantiskur jarðskjálvti skuldi raka alla jørðina.

- Antin fer Guð at taka teg upp til himmals ? ella doyr tú í jarðskjálvtanum, segði Robert Fitzpatrick við New York Daily News.

Hann roknaði ikki við at hava brúk fyri sínum peningi eftir, at leygardagurin var farin, og tí brúkti hann uppsparda peningin til at prenta fleiri enn 2000 plakatir um dómadag, sum hann læt hanga upp ymsastaðni í USA.

Men leygardagurin er komin og farin, eingin Jesus er komin ? og jørðin livir og andar við sama lag.