Rumenia: Val í máttloysi

Tjóðartingsval er í dag í Rumenia, sum er eitt av fátækastu londunum í ES

Valstríðið hevur verið merkt av máttloysi millum fólk, tí lyfti um nýskipanir slett ikki eru hildin, og heldur ikki hava politikararnir megnað at gjørt alneyðugar íløgur at betra um niðurslitna samferðslukervið í landinum.

Tá 64 fólk lótu lív í einum náttklubba fyri einum ári síðani og táverandi vinstrastjórnin mátti leggja frá sær, vóru fleiri, ið vónaðu, at kanska fór at koma ein broyting til tað betra.

Men einki er hent, og Reuters skrivar, at í staðin hevur ein kensla av, at fólk eru fallin í fátt, samstundis sum landið bara verður alsamt fátækari og tey á lægstu rókunum fáa minni og minni í sín part.

Meiningakanningar hava víst, at javnaðarflokkurin PSF, sum talar fyri hægri lønum og pensjónum, umframt lægri skattum, fer at vinna tjóðartingsvalið í dag, hóast flokkurin er undir illgruna fyri mutur og floksformaðurin er ákærdur fyri valsvik.

Búskaparfrøðingar ávara ímóti, at lønar- og pensjónshækkingar fara at forða fyri, at pengar verða til nýggj sjúkrahús, motorvegir og skúlar, sum kanningar hava víst, at almenningurin nógv heldur vil hava, enn meira í løn.

Lønirnar í Rumenia eru tær næstlægstu í ES, sum roknar við at rumenska hallið fer at vaksa úr 0,8 prosenti í 2015 til 3,2 prosent í 2017.