stjórin, Bogi Bendtsen, nýtti meginpartn av tíðini í Danmark at samráðast við Fíggjarligt Støðufesti um eina longri freist, og Odd Bjellvåg við støði í Føroyum sama við restini av nevndini av øllum alvi royndi [...] framúr, og so seint sum á vári 2010 – í mars mánað – góðkendi Finansiet Stabilitet eina statstrygd til Eik Banka á heilar 9 milliardir krónur. Men eitt vikuskiftið seint í september var alt vent á høvdið. [...] Eik Banki hevði bara upplivað strúkandi framgongd líka síðani bankin í 2002 varð umskipaður frá at vera sparikassi til at gerast partafelag. Samstundis, sum hetta hendi, varð settur á stovn Eik Grunnurin
ískoyti til at veita borgarunum í Føroyum vælferðartænastur. - Tað er uppgávan hjá landsstýrinum at tryggja føroyingum tænastur, sum kunnu javnmetast við tænastustøðið í grannalondunum. Løgmaður staðfestir [...] ríkisveitingini er at tryggja vælferðartænastur í føroyska samfelagnum, leggur hann afturat Ríkisveiting?Ríkisveitingin er grundleggjandi partur av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, ein rættur, sum er grundaður [...] - Eg skal tó vissa øll um, at farið verður ikki fram í óðum verkum, og at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, áðrenn nøkur umskipan verður sett í verk, sigur løgmaður.
Finnlandi, Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum vóru savnaðir til norðurlendskan felagsfund í Oslo í døgunum 27. til 28. september. Umboðsmenninir ynskja í fyrstu atløgu at fáa betri heildaryvirlit, [...] eru at finna á teimum ymisku sosialu netsíðunum. Síðani verður mett um hesar sosialu netsíður eru í samsvar við galdandi reglur um elektróniska marknaðarføring. Sosialar netsíður er ein partur av ger [...] greiðu á markanðarføringarreglunum á hesum øki, fyri at fáa best møguliga brúkaraverd á hesum netsíðum. Í teimum norðurlendsku londunum er lóggávan fyri marknaðarføring at kalla eins, og tí er tað eitt gott
arbeiðsgongdin verður skjótari og góðskan betri. Hetta er fyrsta pressan av hesum slag í Føroyum, og listafólk eru sera áhugaði í at sleppa at arbeiða við henni, sigur Jan Andersson. [...] til, sigur Jan Andersson, sum hevur úr at gera í løtuni við at fáa maskinuna uppá pláss. Jan Andersson greiðir frá, at Steinprent fekk bjóðað pressuna í fjør. - Sjávandi vildu vit sera fegin hava pressuna [...] hjá okkum yvir á Skálatrøð, og høvdu nógvar útreiðslur í tí sambandi, sigur Jan Andersson. Men tá Prentarafelagið og Prentsmiðjufelagið komu upp í leikin bar til. - Feløgini játtaðu at gjalda útreiðslurnar
kanska búði í teimum, fánaður og tey vilja bert heim til trygg kor og fasta løn. Hendan hugburð hava vit ikki ráð til. Eisini tí er tað so umráðandi, at fáa fólk at støðast her longri, lesa lutvíst í Føroyum [...] vinnuhugskot, umframt tann dynamikk hesi ungu skapa í samfelagnum øllum. Eisini her, má serligt fokus setast á hvussu vit fáa fleiri kvinnur at støðast í landinum. Les um mínar hugsanir og hjartamál á gballe [...] kemur til lands, so skundast kann undir nýggjar vinnur. 4. At minka ymsu stuðulsskipanirnar niður í onki gjøgnum eitt stutt áramál. 5. Eisini er neyðugt at loysa áseting av fiskidøgum frá politisku skipanini
nú. Myndir av naknum ella lættkløddum føroyskum konufólkum í aldursbólkinum frá 16 til 26 ár, sum nakrir føroyskir dreingir hava skavað saman í eina mappu. Myndirnar hava teir sent runt til fleiri vinmenn [...] sum hava sent víðari til sínar vinmenn. Út við 80 myndir av fleiri føroyskum konufólkum í alt. Politistøðin í Havn veit um myndirnar. Málið er meldað og undir viðgerð. Upprunin til myndirnar eru ymiskar [...] internetinum frammanundan. Summar gentur eru fullkomiliga naknar, aðrar eru í undirklæðum, og onkrar myndir eru av føroyskum gentum í býarlívinum. Sosialurin veit um fleiri gentur, sum kenna seg misnýttar og
væntað at virðismeta virkini, sum eru í trotabúnum. Tað er Skiftirætturin, ið hevur sett fólk til at virðismeta ognirnar kring landið. Hinvegin eru tey seks skipini í Faroe Fish 2, Heykur, Falkur, Stelkur [...] til 170 miljónir krónur. Umframt tey seks skipini í Faroe Fish 2, eigur trotabúgvið umleið 2/3 av ísfiskatrolarunum, Jaspis og Ametyst og helmingin í felagnum sum eigur djúpvatnstrolaran, Ednu. Alt kann [...] bæði úr Føroyum og uttanlands, og onkur boð eru longu komin. - Málið hjá okkum sum bústjórum er at fáa so nógv fyri ognirnar sum gjørligt – uttan mun til, um tær verða seldar undir einum ella í fleiri pørtum
Tað sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður í Thetis, í stórari samrøðu um Thetis, sum er í vikuskiftis-Sosialinum, sum hevur viðgjørt sera góða ársúrslitið hjá Thetis, og sera góðu samsýningar, [...] ingarnar kundu verið gjørt fyri ein lægri prís, enn tað verður gjørt í dag. Hann vísir á, at set-up'ið við kanningum í Føroyum er sera gott, og at Thetis saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni [...] og kanning, sigur hann. Og Thetis kundi tá brúkt síni egnu høli við Hoyvíksvegin til potingina í Havn eisini umframt onnur kanningarstøð kring landið. – Næsta stigið hjá Thetis er at bjóða vinnuni
nú verða sett í verk fyri at basa smittuspjaðingini av koronu. Í heyst varð kravið slept um, at øll, sum komu til Føroyar, skulu kannast fyri koronu, men tað vóru fleiri, sum vóru ósamd í tí. Men nú verða [...] farin at ganga í Føroyum. Og tað er serliga hetta, sum elvir til stúran tí hann smittar nógvar ferðir verri enn delta -varianturin, sum hevur gingið higartil. Tískil verður kravið sett aftur í gildið, at øll [...] øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys í samfelagnum. Tað er óvist nær tað verður sett í verk, tí tað tekur nakrar dagar at skipa fyri tí. Tey, sum koma til Føroya,
skurðlækni. Byrjaði á Østfold Sykehus 2008 og fullfíggjaði útbúgvingina í Generellari og Gastroenterologiskari Kirurgi á Ullevål Sykehus í Oslo 2016. Síðan fór hann aftur til Østfold Sykehus á Kalnes at fáa [...] gjørligt. Hann hevdi stórt hjarta fyri Føroyum og vit høvdu varhugan av, at hann hugsaði um at venda nøsina heim aftur við familjuni um nøkur ár. Hann var ein drívandi megi í menningini av skurðøkinum á Kalnes [...] fyri at byrja PhD studiir. Hann luttók eisini í einum nationalum norskum bólki (LAPCONOR) fyri menning og standardisering av skurðviðgerðini fyri krabbamein í tarmi. Eg havi tosað við fleiri av starvsfeløgunum