Tekur tíð at virðismeta fiskavirkini

Freistin at bjóða upp á ognirnar í búnum eftir Faroe Seafood og Faroe Fish 2, sum annars er úti 31. januar, verður helst longd í einar 10 dagar, tí virðismetingin av fiskavirkjunum hevur tikið longri tíð enn væntað

FREIST

Eyðfinnur Jacobsen, sum bæði er bústjóri í trotabúnum eftir Faroe Seafood og Faroe Fish 2, væntar, at freistin at bjóða upp á ognirnar fer at verða longd nakrar dagar. Freistin er sett til 31. januar, men bústjórin væntar, at freistin helst verður longd einar 10 dagar ella so.
Orsøkin er, at tað tekur longri tíð enn væntað at virðismeta virkini, sum eru í trotabúnum. Tað er Skiftirætturin, ið hevur sett fólk til at virðismeta ognirnar kring landið.
Hinvegin eru tey seks skipini í Faroe Fish 2, Heykur, Falkur, Stelkur, Bakur, Rókur og Lerkur virðismett til 170 miljónir krónur.
Umframt tey seks skipini í Faroe Fish 2, eigur trotabúgvið umleið 2/3 av ísfiskatrolarunum, Jaspis og Ametyst og helmingin í felagnum sum eigur djúpvatnstrolaran, Ednu.

Alt kann seljast
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at Jaspis og Ametyst eru lýstir til at verða seldir á tvingsilssølu hin 12. apríl, og í hesum førinum er tað ein kredittorur, sum hevur kravt skipini seld.
Ognirnar hjá Faroe Fish 2, sum altso eru teir seks nevndu ísfiskatrolararnir, eru lýstar at verða seldar á tvingsilssølu hin 11. apríl.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at allar ognirnar kunnu keypast, um avtalur eru gjørdar um sølu, áðrenn freistirnar renna út, men er eingin avtala, sum partarnir eru nøgdir við, fara ognirnar á tvingsilssølu.

Stórur áhugi
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at stórur áhugi er fyri ognunum hjá trotabúnum, bæði fyri skipum og virkjum. Nógv hava spurt seg fyri, bæði úr Føroyum og uttanlands, og onkur boð eru longu komin.
- Málið hjá okkum sum bústjórum er at fáa so nógv fyri ognirnar sum gjørligt – uttan mun til, um tær verða seldar undir einum ella í fleiri pørtum.
Hann sigur, at ognirnar skulu seljast innan hálvan triðja mánaða, men eydnast tað ikki, fara tær á tvingsilssølu, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri.