Ríkisveitingin skal nýtast til vælferðartænastur og ikki til skattalættar

Verður ríkisveitingin úr Danmark hækka, skal peningurin ikki brúkast til skattalættar, soleiðis sum andstøðan á tingi og fakfeløg, hava ført fram.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

- Endamálið við dagføringini av ríkisveitingini er at tryggja vælferðartænastur í føroyska samfelagnum, leggur hann afturat

Ríkisveiting?Ríkisveitingin er grundleggjandi partur av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, ein rættur, sum er grundaður á avtalu millum Føroyar og Danmark. Ríkisveitingin er ískoyti til at fíggja málsøki, ið Føroyar ikki hava endaliga yvirtikið, eitt nú heilsuverkið og partar av almannaøkinum. Ríkisiveitingin er tískil eitt ískoyti til at veita borgarunum í Føroyum vælferðartænastur.

- Tað er uppgávan hjá landsstýrinum at tryggja føroyingum tænastur, sum kunnu javnmetast við tænastustøðið í grannalondunum.

Løgmaður staðfestir, at landskassin hevur hall, og at vælferðartænasturnar eru undir trýsti, tí útreiðslurnar til vælferðarøkið vaksa.

- Skulu vit varðveita eitt nøktandi tænastustøðið, er neyðugt við fígging. Men tá ið ríkisveitingin ikki er prístalsviðgjørd síðani 2002, merkir tað í roynd og veru, at ríkisveiting hevur mist og missir virði. Tí hava vit valið millum at lækka tænastustøðið ella finna fígging aðrastaðni. ?

- Landsstýrið ætlar tí, at ríkisveitingin skal dagførast, so ríkisveitingin frameftir fylgir prístalinum.

Løgmaður staðfestir eisini, at Føroyar hava eitt av heimsins hægstu skattatrýstum á lønum.

Samgongan hevur tí sett sær fyri at umskipa skattaskipanina og veita ein skattalætta, so tað loysir seg betri at arbeiða, og føroysku familjurnar fáa eitt størri fíggjarligt rásarúm.

- Skattalættin skal eins og alt annað fíggjast. Ætlanin er, at skattalættin skal verða knýttur at pensjónsnýskipanini, við at inngjaldið til pensjónir verður skattað, heldur enn útgjaldið.

- Eg skilji væl at fakfeløgini gera vart við seg, tí tað snýr seg um pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum.

- Eg skal tó vissa øll um, at farið verður ikki fram í óðum verkum, og at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, áðrenn nøkur umskipan verður sett í verk, sigur løgmaður.