Steinprent fingið aldargamla pressu

Fyrrapartin kom ein aldargomul sonevnd schnellpressa til landið, sum nú verður sett upp á Steinprent, ið sottatt fær heilt nýggjar prentmøguleikar

Tað var ein sera fegin Jan Andersson, leiðari á Steinprent, sum um døgurðatíð tók ímóti eini heilt sermerktari gávu frá donsku blaðfyritøkuni Aller.
Talan er nevniliga um eina fimm tons tunga sonevnda Schnellpressu frá 1877, sum júst er komin til landið við Norrønu.


»Heilt fantastiskt«
- Hetta er heilt fantastiskt og eg eri ómetaliga glaður fyri, at hetta fekst at bera til, sigur Jan Andersson, sum hevur úr at gera í løtuni við at fáa maskinuna uppá pláss.
Jan Andersson greiðir frá, at Steinprent fekk bjóðað pressuna í fjør.
- Sjávandi vildu vit sera fegin hava pressuna, men tíverri máttu vit siga nei takk, tí vit høvdu ikki pengar til at fáa hana til landið og seta hana upp. Vit høvdu tá júst flutt verkstaðið hjá okkum yvir á Skálatrøð, og høvdu nógvar útreiðslur í tí sambandi, sigur Jan Andersson.
Men tá Prentarafelagið og Prentsmiðjufelagið komu upp í leikin bar til.
- Feløgini játtaðu at gjalda útreiðslurnar til transport og uppseting, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri, tí hetta er ein heilt einastandandi gáva, og alternativið var, at pressan bleiv skrottað, sigur Jan Andersson.
Hóast pressan er gomul, er hon í sera góðum standi, tí hon er nýliga umvæld fyri heilt nógvar pengar.
Gamla pressan var leingi brúkt til at prenta vikubløð og avísir, men seinni árini hevur hon verið brúkt at prenta grafisk listaverk. Og tað er eisini tað, hon skal brúkast til á Steinprent.
- Hendan pressan gevur okkum møguleika at prenta munandi størri grafisk verk og arbeiðsgongdin verður skjótari og góðskan betri. Hetta er fyrsta pressan av hesum slag í Føroyum, og listafólk eru sera áhugaði í at sleppa at arbeiða við henni, sigur Jan Andersson.