Frá góðkenning til kolldøming

Tá tað fór at ganga niður á bakka hjá Eik Banka, gekk tað skjótt, og til endans fekk ein umskipað nevnd bara tímar at útvega tvær milliardir

Eik Banki hevði bara upplivað strúkandi framgongd líka síðani bankin í 2002 varð umskipaður frá at vera sparikassi til at gerast partafelag.
Samstundis, sum hetta hendi, varð settur á stovn Eik Grunnurin, sum heilt frá byrjan av hevði somu nevnd sum Eik Banki.
Hetta gekk eisini strúkandi, og at byrja við setti eingin spurnartekin við hesa avgerðina.
Og tað gekk heilt framúr, og so seint sum á vári 2010 – í mars mánað – góðkendi Finansiet Stabilitet eina statstrygd til Eik Banka á heilar 9 milliardir krónur.
Men eitt vikuskiftið seint í september var alt vent á høvdið.
Sunnudagin 26. september fingu stjórarnir, Marner Jacobsen, forstjóri, og Bjarni Olsen, stjóri gylt lógvatak frá nevndini, og Bogi Bendtsen tók formliga við sum stjóri.
Formliga gjørdist tað tó Odd Bjellvåg, ið gekk á odda sum nýggjur nevndarformaður fyri bæði Eik Banka og Eik Grunnin.
Og nýggja leiðslan fekk veruliga knívin á barkan. Treytirnar vóru, at sprænast skuldi inn í bankan tvær milliardir, og skotbráið var 72 tímar, sum seinni varð longd til á miðnátt hóskvøldið 30. september.
Men hóast arbeiðið døgnið runt, og hóast tilsøgn úr Íslandi um 600 milliónir, gjørdist tíðin alt ov stutt hjá nýggju leiðsluni, sum mátti geva skarvin yvir. Tí hóast fyribils stjórin, Bogi Bendtsen, nýtti meginpartn av tíðini í Danmark at samráðast við Fíggjarligt Støðufesti um eina longri freist, og Odd Bjellvåg við støði í Føroyum sama við restini av nevndini av øllum alvi royndi at útvega nýggjar kapital, var einki at gera.
Eik Banki hóraði ikki undan, og seinni mátti eisini Eik Grunnurin viðganga insolvens. Og 13. desember 2011 boðaði Skráseting Føroya so frá, at nú skal leikluturin hjá nevndini í Eik Grunninum endavendast, millum annað fyri at finna út av, um nevndin hevur tikið størri fyrilit til fíggjarligu viðurskifti bankans, heldur enn tey, hjá grunninum.