Nú skulu øll, sum koma til Føroya, kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys. Tað er eitt av tiltøkunum, sum nú verða sett í verk fyri at basa smittuspjaðingini av koronu.
Í heyst varð kravið slept um, at øll, sum komu til Føroyar, skulu kannast fyri koronu, men tað vóru fleiri, sum vóru ósamd í tí.
Men nú verða rættiliga nógv fólk smittað hvønn einasta dag, og samstundis er nýggi omikron-varianturin farin at ganga í Føroyum. Og tað er serliga hetta, sum elvir til stúran tí hann smittar nógvar ferðir verri enn delta -varianturin, sum hevur gingið higartil.
Tískil verður kravið sett aftur í gildið, at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys í samfelagnum. Tað er óvist nær tað verður sett í verk, tí tað tekur nakrar dagar at skipa fyri tí.
Tey, sum koma til Føroya, skulu eisini halda seg fyri seg sjálvi og ikki fara ímillum fólk, fyrrenn tey hava kannað seg umaftur, og tað skulu tey gera tveir dagar eftir, at tey eru komin til landið.
Tað er ongantíð, at tað koma so nógv fólk til Føroyar upp á so stutta tíð, sum nú upp undir jól og løgmaður sigur, at jólagestirnir skulu vera hjartaliga vælkomnir. Men hann sigur, at tað verður neyðugt at halda seg til nakrar serligar mannagongdir fyri at forða fyri smittuspjaðing.
– Vit gleða okkum øll til jóla, og endamálið er at berja smittuna so langt niður, at vit kunnu halda eini jól, sum eru so vanlig, sum gjørligt, sigur løgmaður.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at fyribils verður kanningin ókeypis fyri fólk, men verður tað neyðugt at halda fram við hesum kanningunum eftir nýggjár, skulu fólk sjálvi rinda fyri kanningarnar frá 1. januar. Hann dugir ikki at síggja, hvat tað fer at kosta, tí núskulu tey samráðast um prísin.