Fyrst og fremst mugu vit semjast um eina nýggja skipan, so vinnan fær tryggar og kendar karmar at virka undir. Lyklaorðini eru m.a.:
1. Burðadygg veiða - tað er ongin vegur uttanum at seta veiðitrýstið niður.
2. Stigvíst bjóða fiskirættindi út á uppboði, har bara føroysk skip kunnu bjóða (fyribyrgja strámannavirksemi)
3. Lóggevast skal so, at alt fiskatilfeingið kemur til lands, so skundast kann undir nýggjar vinnur.
4. At minka ymsu stuðulsskipanirnar niður í onki gjøgnum eitt stutt áramál.
5. Eisini er neyðugt at loysa áseting av fiskidøgum frá politisku skipanini.
Gransking og íverksetan skulu fáa góð kor
Vit skulu eggja til íverksetan, gransking og innovasjón og skapa umstøður fyri at tøkur váðafúsur kapitalur finnur saman við nýggjum vinnuhugskotum. Fígging til íverksetarar er ein stórur trupulleiki og drepur manga verkætlan í føðingini. Íverksetarir eru ofta fólk millum 20 og 35 ár, og tað er júst hetta ættarlið, sum manglar her, tí tey eru uttanlands. Tey, ið flyta heimaftur, eru um 30-40 ára gomul, og tá er íverksetarin sum kanska búði í teimum, fánaður og tey vilja bert heim til trygg kor og fasta løn. Hendan hugburð hava vit ikki ráð til. Eisini tí er tað so umráðandi, at fáa fólk at støðast her longri, lesa lutvíst í Føroyum og fáa tey aftur á ungum aldri, so vit fáa fleiri íverksetarar at seta gongd á góð vinnuhugskot, umframt tann dynamikk hesi ungu skapa í samfelagnum øllum. Eisini her, má serligt fokus setast á hvussu vit fáa fleiri kvinnur at støðast í landinum.
Les um mínar hugsanir og hjartamál á gballe.blogspot.com < HYPERLINK "http://gballe.blogspot.com/" gballe.blogspot.com> ella á Facebook. Har vil eg fegin kjakast og fáa innlit í tykkara hugskot og meiningar.