Minningarorð: Eivind Andreas Warberg

f. 21.4.1976  d. 25.7.2021

 

Tung vóru boðini. Ein góður ómissandi vinur og starvsfelagi bleiv brádliga tikin frá okkum. Heilt óvæntað og alt ov tíðliga. Orð blíva so fátøk. Saknurin og tómrúmið er gapandi stórt. Tankar og samkensla leita til tykkum avvarðandi. Serliga til Maibritt og børnini, Elibert og Emmu.

 

Lærdi Eivind at kenna tá hann var turnuslækni á Landssjúkrahúsinum 2005 – 2008. Vit knýttu tætt vinarband. Á mangan hátt skaraði Eivind framúr og setti sítt árin har hann var bæði sosialt og fakliga. Eivindur leitaði sær síðan til Noregs at nema útbúgving sum skurðlækni. Byrjaði á Østfold Sykehus 2008 og fullfíggjaði útbúgvingina í Generellari og Gastroenterologiskari Kirurgi á Ullevål Sykehus í Oslo 2016.

 

Síðan fór hann aftur til Østfold Sykehus á Kalnes at fáa so breiðar skurðroyndir sum gjørligt. Hann hevdi stórt hjarta fyri Føroyum og vit høvdu varhugan av, at hann hugsaði um at venda nøsina heim aftur við familjuni um nøkur ár. Hann var ein drívandi megi í menningini av skurðøkinum á Kalnes. Skrivaði vísindarligar greinar og tad var lagt til rættis fyri at byrja PhD studiir. Hann luttók eisini í einum nationalum norskum bólki (LAPCONOR) fyri menning og standardisering av skurðviðgerðini fyri krabbamein í tarmi.

 

Eg havi tosað við fleiri av starvsfeløgunum sum arbeiddu tætt saman vid Eivindi. Fleiri komu langvegis til jarðarferðina og enn fleiri høvdu komið um gjørligt. Allir eru á einum máli um, at Eivind «...var en usedvanlig positiv, dyktig, intelligent, engasjert, glad, sosial, vennlig, pålitelig, høyt skattet og uerstattelig venn og kollega». Eivind var ivaleyst hin besti vit áttu.

 

Eivind var familjukærur.. Við sínum initiativi, spontaniteti og kreativiteti blivu tað til nógvar eksotiskar ferðir og upplivingar fyri familjuna. Serliga ynskti Eivindur at nýta mest møguliga tíð saman vid børnunum og luttaka í teirra menning.

 

Harrin styrki tykkum sum eftir sita.

 

Hvíl í friði góði Eivind.

 

Heðin Jacobsen