Klaksvík á vinnuøkinum. Tí vil eg virka fyri, at Klaksvíkar kommuna í framtíðini fer at veita garanti uppá vinnuøkir. Við hesum meini eg, at vit altíð eiga at hava tøk stykkir, sum fyritøkur kunnu byggja [...] vinnan. Eitt sterkt vinnulív fær samfelagshjólini at mala, og sum valevni til býráðið vil eg arbeiða fyri, at tað altíð skal vera møguligt hjá fyritøkum at fara undir virksemi í Klaksvík. Í 2003 var eg sjálvur [...] klárar til tað. Ístaðin fyri at bíða við planering, tilgerðing o.ø. til fyritøkurnar standa og spyrja eftir stykkjum, eiga nøkur stykkir altíð at vera byggibúgvin, soleiðis at kommunan er eitt fet frammanfyri
burturúr at fiska. Í hesum føri mælir nevndin til, at havransóknaskip og gransking verður raðfest hægri, so ein betri lýsing kann gerast av stovnunum. Tað er besti máti at røkka málinum hjá Føroyum at reka [...] Tó metir nevndin, at tað er ov stutt skotbrá til 2018 at kunna fullføra tað ætlanina. Tì hevur hon skotið upp, at tann ognarskapur, ið er útlendskur, skal fáa eina trý ára skiftistíð, at laga seg til broyttu [...] Nevndin hevur eisini skotið upp, at ein anti-trust lóg verður sett í gildið, ið skal forða fyri, at ov fáir aktørar seta á ov stóran part. Tó skal fyrivarni takast fyri, at ein ikki ger seg inn á altjóða
Hann leggur afturat, at bæði Uttanríkisráð, Fiskimálaráð og onnur stríðast við at loysa knútin, sum er íkomin, tí russar ikki meta seg hava fingið at vita, at Skálaberg hevur loyvi at veiða av kvotuni hjá [...] fingið at vita, at Skálaberg hevur loyvi at veiða av kvotuni hjá Sundabergi, men Hanus Hansen dugir ikki at síggja, hví tað skal vera soleiðis. – Vit hava røttu pappírini umborð, og tí føli eg, at skipið [...] tikið til Murmansk av órøttum, sigur Hanus Hansen, og leggur afturat, at teir hava við eitt stórveldi at gera, og tí er torført at siga, hvussu verður. – Eg kann ikki gita mær til, hví tað skal vera soleiðis
Á kvøldsetuni í kvøld fer Hendrik Egholm aftur at vitja á Studentaskúlanum á Kambsdali, har hann fer at hugleiða um ?at fara? og ?at koma aftur?. Harumframt verða Theresienstadt, eldgos, H.C. Andersen [...] hann at leita út í heim at útbúgva seg, og hvussu kendist tað at koma heim aftur á føroyska arbeiðsmarknaðin? Og hvørji ráð og hugskot kann hann geva teimum næmingum, sum í dag eru í ferð við at útbúgva [...] dini á skúlanum at spæla nógvan góðan tónleik, og ein bólkur fer eisini at framføra H.C. Andersen ævintýr eftir heilt nýggjum og forvitnisligum leisti. Í kaffisteðginum verður høvið at keypa sær ein drekkamunn
formannin í KÍ stutt eftir at dómurin var fallin, var so stutt frá liðið, at hann dugdi ikki at siga nakað um, hvat nú fer at henda. - Nú fara vit at lesa dómnin nærri, og so rokni eg við, at aftan á nevndarfundin [...] Hann heldur, at føroyingar samstundis hava lært ein hilan hóp av hesum málinum. - Nú er prógvað, at venjarar bara kunnu fara rættarvegin og fella feløgini niður í knæ. Vit mugu veruliga siga, at fortíðin hevur [...] væntar at tað verður meiri enn trupult at útvega peningin, ið KÍ nú skal gjalda til Tony Paris, tí, sum hann sigur: Hvar í vinnulívinum finnast hasir pengarnir í dag? - Eitt er so vist, eg tími ikki at brúka
At kalla einki leiði er eftir í kirkjugarðinum í Skopun, men tað dregur út við at gera nýggjan kirkjugarð. Av tí at ikki ber til at víðka verandi kirkjugarð, samtykti kommunustýrið at gera nýggjan garð [...] Joensen. Hann hótti síðan við at melda, og sakførari hansara boðaði borgarstjóranum Gerhard Lognberg frá, at syrgdi hann ikki fyri at fáa øll viðurskifti upp á pláss, fór hann at krevja fútaforboð sett. Fyri [...] Joensen hevur frætt er, at fólk frá Matriklustovuni skulu koma suður til Skopunar at kanna viðurskiftini. Ov sein á veg Eingin skilir, at kommunan ikki fyri fleiri árum síðan fór at hugsa um nýggjan kirkjugarð
úrslitið av tí var, at 18 bilførarar fingu bót. Av teimum fingu 10 bót fyri at tosa í fartelefon og 4 fyri at sita í ongum trygdarbelti Eftir hesum at døma, er tað serliga inni í bygdum øki, at bilførarar ikki [...] smáttarí. Serliga vísir tað seg at vera tórført hjá bilførarum at minnast til at spenna trygdarbeltið og tað eru eisini førarar, sum framvegis ikki geva sær stundir at spenna børnini í beltið, áðrenn farið [...] heilt hampiligur oyrasnigil til fartelefonina. So ber ikki til at bíða við at ringja, til bilurin er settur ella er forvitnið ov stórt til at lata telefonina liggja, táið hon ringir ímeðan tú koyrir, er
vilja til at raðfesta soleiðis, at peningur verður settur av til ein hjálparlækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Vit krevja, at ein hjálparlækni verður settur á Suðuroyar Sjúkrahúsi sum skjótast, soleiðis at heilsutrygdin [...] kommunulæknunum í Suðuroynni eru so vánaligar, at hesir velja at rýma. Ein loysn á trupulleikanum er, eins og kommunulæknarnir og Suðuroyar Sjúkrahús hava víst á, at Suðuroyar Sjúkrahús, eins og Klaksvíkar Sjúkrahús [...] og náttina fer at virka sum skaðastova. Tað vil siga, at kvøld- og náttarvaktin, sum kommunulæknarnir nú røkja, verður flutt á skaðastovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hendan loysn inniber, at ein hjálparlækni
fáa minni at gera. Aksel V. Johannesen sigur, at hetta er loysnin sum læknarnir í Suðuroy sóknaðist eftir. Og hann leggur afturat, at hann hevur fingið at vita, at hendan avtalan hevur eisini fingið læknar [...] heilsutænastuna í Suðuroy, ber í sær, at hjálparlæknaskipan verður sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Umframt at taka sær av hjálparlækna uppgávum á sjúkrahúsunum fyri at lætta um hjá serlæknunum, skulu teir [...] sigur, at tilsamans er hetta ein ætlan, sum kostar landskassanum tvær milliónir um árið. Men ein partur av útreiðslunum skulu finnast við at spardum útreiðslum til kommunulæknarnar við tað, at teir fáa
hugaligt, at Statoil og Atlantic Petroleum eins og vit meta útlitini fyri at gera lønandi fund á føroyska landgrunninum vera so mikið góð, at feløgini vilja átaka sær at bora enn ein brunn her. At avgerð [...] harafturat takast sum jaligt tekin um, at fleiri góðir møguleikar eru at velja millum. At vit innan fyri ein lítlan mánað hava fingið avtalur um tveir brunnar, fer vónandi at økja um ansin, eisini millum onnur [...] Statoil hevur gjørt av at bora enn ein brunn á landgrunninum. Hetta merkir at komandi trý árini verða tríggir brunnar boraðir fyri umleið 2 milliardir krónur. Í sambandi við, at Johan Dahl, landsstýrismaður