Vegna primer-heilsutænastuna í Suðuroynni og Heimasjúkrarøktafrøðingarnir í Suðuroynni
----------
Í gjár, 25. januar 2010, hevði primer-heilsutænastan í Suðuroynni fund um støðuna í samband við at umstøðurnar hjá kommunulæknunum í Suðuroynni eru so vánaligar. Á fundinum vóru umboð fyri kommunulæknar, heimasjúkrarøktafrøðingar og heilsufrøðingar í Suðuroynni.
Ein vælvirkandi primer-heilsutænasta er grundarlagið undir heilsutrygdini hjá borgarunum. Samstarvið innan primer-heilsutænastuna í Suðuroynni er fyrimyndarliga gott. Nettupp hetta hevur stóran týdning, tí primer-heilsutænastan er eitt toymið har øll eru tengd hvør at øðrum. Toymið er eins og ein keta, dettur eitt lið burtur, so er ketan lítið verd.
Í dag er Suðuroyggin í eini serstøðu, tí vit hava tveir ungar kommunulæknar, sum veruliga ynskja at búgva og virka her í oynni. Hendan serstøðan er eitt sterkt grundarlag at byggja framtíðina á.
Tá tað er sagt, so eru tað tó lítið virðilig og sømilig kor, at kommunulæknarnir í Suðuroynni skulu arbeiða frá kl. 8.00 til kl. 16.00 og harnæst hava kvøld- og náttarvakt, fyri síðani at møta aftur til arbeiðis kl. 8.00 morgunin eftir. Slíkar umstøður kann og vil ongin virka undir.
Heimasjúkrarøktafrøðingarnar síggja stóran vanda í, at umstøðurnar hjá kommunulæknunum í Suðuroynni eru so vánaligar, at hesir velja at rýma.
Ein loysn á trupulleikanum er, eins og kommunulæknarnir og Suðuroyar Sjúkrahús hava víst á, at Suðuroyar Sjúkrahús, eins og Klaksvíkar Sjúkrahús, um kvøldið og náttina fer at virka sum skaðastova. Tað vil siga, at kvøld- og náttarvaktin, sum kommunulæknarnir nú røkja, verður flutt á skaðastovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hendan loysn inniber, at ein hjálparlækni verður settur at hava ábyrgdina av skaðastovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eins og tað er gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hóast læknatrot á summum økjum, so eru ongir trupulleikar at fáa hjálparlæknar. Og er tað tískil bert ein spurningur um politiskan vilja til at raðfesta soleiðis, at peningur verður settur av til ein hjálparlækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Vit krevja, at ein hjálparlækni verður settur á Suðuroyar Sjúkrahúsi sum skjótast, soleiðis at heilsutrygdin og heilsutænastan til borgarar í Suðuroynni ikki verður fyri stórum afturstigi.