Kirkjugarðsarbeiðið steðgað

Skopunar kommuna byrjaði at grava fyri nýggjum kirkjugarð á einum øki, sum kommunan hvørki hevur keypt ella ognartikið

At kalla einki leiði er eftir í kirkjugarðinum í Skopun, men tað dregur út við at gera nýggjan kirkjugarð.
Av tí at ikki ber til at víðka verandi kirkjugarð, samtykti kommunustýrið at gera nýggjan garð niðan fyri elsta kirkjugarðin.
Fleiri áttu lendi har, og kommunustýrið keypti teigarnar frá nøkrum eigarum, men ein eigari hevur ikki gjørt nakran handil við kommununa.
Hesin eigarin er Hans Marius Joensen.
- Eg vil fegin selja kommununi lendið, men eg seti sum treyt, at kommunan keypir alt stykkið hjá mær og ikki bara ein part. Eg havi fingið at vita, at tað kravið kann eg seta, tí selja eg bara ein part, verður hitt stykkið avskorið frá vegnum. Men tað kommunan sigur nei til at keypa als. Hon sigur seg ikki hava ráð til tað, sigur Hans Marius Joensen.
Aðrir eigarar hava selt jørð til kommununa fyri 60 krónur fermeturin, veit Hans Marius Joensen.

Byrjaði uttan loyvi
Hann gjørdist ikki sørt skakkur, tá ið kommunan fór undir at grava fyri nýggja kirkjugarðinum inni á hansara stykki, tí tað hevði hann ikki givið loyvi til. Stykkið var hansara.
- Kommunan setti sostatt arbeiðið í gongd og hevði ikki tryggjað sær neyðugu loyvini, sigur Hans Marius Joensen.
Hann hótti síðan við at melda, og sakførari hansara boðaði borgarstjóranum Gerhard Lognberg frá, at syrgdi hann ikki fyri at fáa øll viðurskifti upp á pláss, fór hann at krevja fútaforboð sett.
Fyri nøkrum vikum síðan varð arbeiðið steðgað.
Tað seinasta, Hans Marius Joensen hevur frætt er, at fólk frá Matriklustovuni skulu koma suður til Skopunar at kanna viðurskiftini.

Ov sein á veg
Eingin skilir, at kommunan ikki fyri fleiri árum síðan fór at hugsa um nýggjan kirkjugarð. Tað búgva so nógv gomul fólk í bygdini, so skjótt kann blíva neyðugt at kunna jarða fleiri fólk.
Hví kommunan er so sein á veg við nýggjum kirkjugarði, vil Gerhard Lognberg ikki tosa um. Hann sigur seg heldur ikki kennast við nakra hóttan um fútaforboð og vil als ikki tosa meira um kirkjugarðsmálið.
- Eg tími ikki hetta tvætlið, sigur Gerhard Lognberg.