Næstan hundrað bilførarar í svørtubók hjá løgregluni

Í farnu viku fingu yvir 50 bilførarar bót ella klipp í koyrikortið, tí teir ikki brúktu trygdarbelti og nógvir fingu eisini bót fyri at tosa í fartelefon

Í farnu vikun hevði løgreglan í Havn eitt miðvíst átak fyri at kanna bilar og í hesum sambandi er ein heilur hópur av bilum kannaðir runt um í Havnini.

Úrslitið var, at næstan 100 bilførarar fáa bót, klipp í koyrikortið ella bara eina átalu, har talan hevur verið um smáttarí.

Serliga vísir tað seg at vera tórført hjá bilførarum at minnast til at spenna trygdarbeltið og tað eru eisini førarar, sum framvegis ikki geva sær stundir at spenna børnini í beltið, áðrenn farið verður til stroks.

Men annars vísir tað seg sum um at fartelefonin er tann heilt stóri syndarin, tí nógvir bilørarar eru tiknir fyri at tosa í fartelefon.

Minsta bótin er 500 krónur og fyri tað upphæddina fæst ein heilt hampiligur oyrasnigil til fartelefonina.

So ber ikki til at bíða við at ringja, til bilurin er settur ella er forvitnið ov stórt til at lata telefonina liggja, táið hon ringir ímeðan tú koyrir, er oyrasnigilin skjótt spardur inn aftur.

Løgreglan sigur, at mánadagin vórðu 61 bilar kannaðir á Hvítanesvegnum og har vórðu níggju bøtur skrivaðar fyri lyktafeil. Onkur einsakur hevði gloymt koyrikortið, men so var ein bilførari í eini helt serligari støðu, tí hann hevði mist koyrikortið og koyrdi sostatt heilt ólógliga.

Týsdagin var løgreglan í Havnargøtu, ella í Røntgeni, sum tað nevnist á mannamunni og har vóru 102 bilar kannaðir.

Av teimum fingu heilir 67 bilar bót og av teimum fingu ikki færri enn 49 bilførarar bót tí at teir ikki sótu í trygdarbelti. 11 fingu bót fyri at tosa í fartelefon og tríggir fingu klipp í koyrikortið, tí teir ikki høvdu spent børnini í trygdarbelti. Annars vóru onkrir lyktafeilir og nakrir fáir høvdu gloymt koyrikortið eftir við hú

Mikudagin koyrdi Løgreglan runt í Havnargøtum og kannaðu bilar og úrslitið av tí var, at 18 bilførarar fingu bót. Av teimum fingu 10 bót fyri at tosa í fartelefon og 4 fyri at sita í ongum trygdarbelti

Eftir hesum at døma, er tað serliga inni í bygdum øki, at bilførarar ikki taka tað so tungt við trygdarbeltunum og fartelefonini.