Semjan, sum varð gjørd í gjárkvøldið um heilsutænastuna í Suðuroy, ber í sær, at hjálparlæknaskipan verður sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Umframt at taka sær av hjálparlækna uppgávum á sjúkrahúsunum fyri at lætta um hjá serlæknunum, skulu teir eisini hava skaðastovuvakt eftir vanliga arbeiðstíð. Hetta er arbeiði, sum kommunulæknarnir í Suðuroy annars hava røkt.
Harafturat skal Suðuroyggin í vár knýtast upp í læknavaktina á meginøkinum,
men við kommunulæknunum sum bakvakt.
- Alt hetta fer at lætta munandi um trýstið á kommunulæknarnar í Suðuroy, tí
fyri tað fyrsta taka hjálparlæknarnir sær av skaðastovuvirkseminum og annars
verða helvtin av øllum viðtalum uttanfyri vanliga viðtalutíð, avgreiðast
umvegis telefonina, sigur Aksel V. Johannesen.
Fáa narkosulækna
Aksel V. Johannesen hevur eisini bundið seg til at gera eina ætlan fyri,
hvussu Suðuroyar Sjúkrahús eisini fær atgongd til ein narkosulækna. Hendan
ætlanin skal vera klár fyri 1. juni og hon skal vera eitt lið í samstarvsavtaluni, sum akkurát nú er gjørd ímillum tey trý sjúkrahúsini.
Longu í hesum mánaðinum skulu stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum
hittast at tosa um málið og síðani skal heilsumálaráðið gera eina avtalu við
narkosuøkið á landssjúkrahúsinum og aðrar avvarandi partar um, hvussu tað
skal skipast og fíggjast.
- Vit vænta, at tá ið heystið kemur hava vit sett allar tættirnar í ætlanini
í verk, so at vit hava framtíðartryggjað heilsutænastuna í Suðuroy, sigur
Aksel V. Johannesen.
Hann leggur afturat, at hendan ætlanin er løgd í semju við læknarnar í
Suðuroy og hetta er sostatt ein ætlan, sum teir taka undir við.
Landsstýrismaðurin sigur, at tilsamans er hetta ein ætlan, sum kostar landskassanum tvær milliónir um árið.
Men ein partur av útreiðslunum skulu finnast við at spardum útreiðslum til
kommunulæknarnar við tað, at teir fáa minni at gera.
Aksel V. Johannesen sigur, at hetta er loysnin sum læknarnir í Suðuroy
sóknaðist eftir.
Og hann leggur afturat, at hann hevur fingið at vita, at hendan avtalan
hevur eisini fingið læknar, sum hava himprast við at starvast í Suðuroy, til
at umhugsa støðuna av nýggjum, tí teir eru rættiliga væl nøgdir.