Brúki ikki tíðina upp á Paris

Hóast úrskurðurin fyri uttanfyri standandi tykist ein greiður sigur til KÍ, so metir formaðurin, Tummas Lervig, at felagið við hesum er bumbað fleri ár aftur í tíðina

- Eg meti hetta ikki sum ein sigur.
So bersøgin er Tummas Lervig, formaður í KÍ, tá fólk hava hug til at ynskja honum tillukku við úrslitinum av sakarmálinum, sum Tony Paris hevði lagt móti felagnum.
- At hann yvirhøvur fekk viðhald í nøkrum av ákærupunktunum, er eitt tap fyri okkum, og tað er eitt vónbrot fyri meg, at rætturin ikki tekur støðu til, hvønn Tony Paris hevði sáttmála við, sigur Tummas Lervig.
Formaðurin í KÍ sigur, at hann enn ikki hevur sæð sjálvan dómin, og tí fær hann illa gjørt meiri nágreiniligar viðmerkingar til úrskurðin.
Men hann dylur ikki fyri, at hetta er meiri enn dyggur smeitur fyri KÍ.
- Vit hava arbeitt hart fyri at fáa felagið upp á føtur aftur fíggjarliga, men við hesum dóminum er alt farið fyri bakka. Felagið er stutt sagt bumbað fleiri ár aftur í tíðina, sigur Tummas Lervig.
Hann heldur, at føroyingar samstundis hava lært ein hilan hóp av hesum málinum.
- Nú er prógvað, at venjarar bara kunnu fara rættarvegin og fella feløgini niður í knæ. Vit mugu veruliga siga, at fortíðin hevur innheintað okkum í hesum málinum, sigur Tummas Lervig.
Tá vit tosaðu við formannin í KÍ stutt eftir at dómurin var fallin, var so stutt frá liðið, at hann dugdi ikki at siga nakað um, hvat nú fer at henda.
- Nú fara vit at lesa dómnin nærri, og so rokni eg við, at aftan á nevndarfundin, sum verður í kvøld, verður støðan eitt sindur greiðari. Men eitt er vist: einki verður tað sama eftir hendan dómin, sigur Tummas Lervig.
Hann væntar at tað verður meiri enn trupult at útvega peningin, ið KÍ nú skal gjalda til Tony Paris, tí, sum hann sigur: Hvar í vinnulívinum finnast hasir pengarnir í dag?
- Eitt er so vist, eg tími ikki at brúka mína frítíð til at savna pening inn til Tony Paris, staðfestir formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.