Bólkurin, ið hevur fingið til uppgávu at nýskipa fiskivinnuna, legði fram álitið í dag og handaði tað til Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.
Tað eru fleiri tættir, ið nevndin skuldi taka støðu til, men sambært álitinum hevur nevndin raðfest burðadygga veiðu, marknaðargrundaða útlutan, útlendskan ognarskap og gangnnýtsla av fiskateilfeinginum hægst.
Ein stuttur samandráttur av nøkrum punktum:
Nevndin metir, at tað hevur verið ov lítið gjørt í føroysku fiskivinnuni fyri at tryggja ein burðardyggleika. Lívfrøðiliga burðardygg veiða er alneyðug, um stovnunum skal verða lív laga og um vinnast kann nóg nógv burturúr at fiska.
Í hesum føri mælir nevndin til, at havransóknaskip og gransking verður raðfest hægri, so ein betri lýsing kann gerast av stovnunum. Tað er besti máti at røkka málinum hjá Føroyum at reka eina burðardygga vinnu.
Eisini mælir nevndin til, at fráboðanarskipanir gerast betur, so neyvari hagtøl kunnu útvegast.
Viðvíkjandi botnfiskastovninum, so hevur hann ongantíð verið so illa fyri. Fiskidagaskipanin við teimum avmarkingum og átøkum, ið kunnu gerast undir henni, hevur ikki verið eitt nóg gott amboð at røkja stovnin. Tí mæli nevndin til, at ein kvoteringsskipan verður sett í verk, ið skal setast út frá eini umsitingarætlan, sum skal verða politiskt grundað. Hámarkið fyri veiðu skal setast av landsstýrismanninum.
Ognarskapurin í føroysku fiskivinnuni skal verða føroyskur. Tó metir nevndin, at tað er ov stutt skotbrá til 2018 at kunna fullføra tað ætlanina. Tì hevur hon skotið upp, at tann ognarskapur, ið er útlendskur, skal fáa eina trý ára skiftistíð, at laga seg til broyttu umstøðurnar.
Lóggáva skal tryggja, at einhvør, sum fæst við fiskivinnu í Føroyum, skal rinda skatt í Føroyum og arbeiði umborð á skipum skal verða eftir føroyskum sáttmálum.
Um eitt skip verður leigað inn at fiska við, skal eisini tað skrásetast í Føroyum.
Tey, ið bjóða á eni uppboðssølu, skulu hava føroyskt tilknýti.
Nevndin hevur eisini skotið upp, at ein anti-trust lóg verður sett í gildið, ið skal forða fyri, at ov fáir aktørar seta á ov stóran part. Tó skal fyrivarni takast fyri, at ein ikki ger seg inn á altjóða kappingarføri hjá fyritøkunum.