áskoðarafjøldin fer at vera væl størri, enn tað áður hevur verið roknað við, at hon fór at verða. Royndirnar hava víst, at áskoðararnir møta betri upp, tá tað er góður møguleiki fyri, at Føroyar fara at vinna, [...] upplivilsi, og tað var ikki frítt, at hugsanin um, at teir kanska fóru at verða ov imponeraðir, og harvið ikki fóru at spæla upp til sítt besta, gav seg til kennar. Í 1. hálvleiki var tað eitt sindur um [...] Litava og í Skotlandi. Úrslitini á útivølli móti Bosnia og á heimavølli móti Kekkia høvdu lagt upp til, at tað fór ikki at vera heilt av leið í teimum báðum dystunum, og tað royndist betur, enn tað ofta
Tað verða tvey 1. deildarlið í Suðuroy komandi ár, og tað verða fýra 1. deildarlið í Eysturoy komandi á. Tað fingu teir nógvu suðuroyingarnir og teir meiri enn hálvt hundrað leirvíkingarnir, sum sunnudagin [...] aftur, og tað er væl skiljandi. Teir høvdu møguleikan at koma afturíaftur og fáa umdyst. Teir hildu sjálvir, at teir vóru so mikið omaná síðsta hálva tíman, at teir høvdu havt góðan møguleika at vinna umdystin [...] venjarin fer ikki av landinum fyri tað fyrsta. Hann er ættaður ikki so langt burtur frá tí økinum, har tað hevur veirð rættuliga ófriðarligt og framvegis prutlar undir lokinum, so tað er ikki so nógv at fara
virkin í trý ár, hevur tað eydnast teimum at framt nógv ymisk tiltøk og fingið føroysk og eisini fleiri útlendsk tónaskøld at skriva til teirra. Tey eru fastur táttur á Summartónum og harafturat hava tey [...] fiól, og Jógvan Zachariassen, fagott, ið búgva ávikavist í Ameriku og í Skotlandi. Tey spæla saman 3-4 ferðir um árið, fyrst og fremst nýggjan tónleik, men eisini tey vanligu klassisku verkini verða framførd [...] tók ummælarin hjá danska blaðnum Jyllands-Posten til, at »sjálvt um grunnarnir vóru tómir, sjálvt um tað fíggjarliga stóð í botni, so varð hetta ikki at merkjast í listini; hvørki í dygd ella í vavi. Her
meira greitt er, at samgongan við Høgna Hoydal og Anfinni Kallsberg á odda nýta nógva orku og milliónir av skattgjaldarans peningi at spinna nýggj klæði til Føroyar við ongum tráði, eins og skræddarin í ævintýri [...] siga. Men vit góðtaka ikki, at hvør einasta sparibússa og bankabók skal endavendast. Fyri at fáa tørvandi 1500 milliónirnar frá skattgjaldaranum. (tað skal her nevnast, at beinleiðis landsskatturin er [...] um. Tað er indiskutabult. Onki eksperiment við framtíðini hjá føroysku tjóðini. Onki stig skal takast, uttan at vit heilt og fult vita konsekvensin av hesum! Fullveldi ætla teir at lýsa um 1 gott ár. Og
verkætlanum, og hvussu stovnurin kemur fram til ymisk úrslit. Um flokkar eru áhugaðir í at koma at vitja, má verða sagt frá frammanundan á tlf. 31 50 92. Um kvøldarnar verður høvi hjá almenninginum at vitja. [...] til havið, verða viðgjørd. Eisini her verður høvi at síggja stovnin. Skráin fyri fyrilestrarnar verður lýst seinni. Meira um Havsins viku og Havsins ár fæst at vitaa á: www.nordenshav.org og www.ocean98 [...] Hetta hava Sameindu Tjóðir og UNESCO avgjørt. Kring allan heim verður skipað fyri tiltøkum, sum minna á alstóra týdningin, havið hevur. Í norðurlondum er tað viðtikið, at fyrsta vika í november, vika
móti mannarættindum, og vit síggja, hvussu fleiri lond og felagsskapir í felag royna at fáa hesi fólk handtikin og dømd, kann tað ikki koma betur við, enn at júst Pinochet verður tikin og kemur fyri ein dómstól [...] eru farin, so eigur tað at standa púra klárt í minninum hjá øllum føroyingum, hvussu Óli Breckmann - ikki bert einaferð - men aftur og aftur nýtti høvi til at lovprísa Pinochet og hansara harkaliði. Tí [...] morðum á ósekar spaniumenn og chilienar gjørdu bretskir myndugleikar av at handtaka Pinochet, meðan hann var í London fyri at søkja sær heilsubót. HÓAST Pinochet er senatorur í Chile og ferðast við diplomatpassi
Hetta endurtók seg nakrar ferðir, og so kom tað Hansemann Tórgarð fyri oyrað, at Florence dugdi væl at syngja. Hansemann spurdi foreldrini, um eg kundi sleppa at verða við á einari plátu, sum hann skuldi [...] plátur og bond við tilfarinum sum hon, saman við øðrum, sang í sínari tíð. Leygarkvøldið fer hon saman við Hannis og Regin Jacobsen m.a. at framføra » Havið, Havið», »Skýming», » Fjallarósan» og »Sjómansgentan» [...] ikki so góð, og tí skilji eg ikki øll orðini. Tað sakar tó ikki, tí har eru ríkiliga nógv øðrindi at tak av, sigur Florece. Hon vónar at veðrið verður so hampuligt, tí hon ætlar sær at spáka út á molan
Føroyum og útlandinum. Í vikuni hevur verið dúgliga vant í Læraraskúlahøllini, og Birgar Johannessen, ein av stigtakararnum, sum hevur verið og lurta , sigur, at sangur og tónleikur ljóðar eins og í góðu [...] Stórustovu, Magnus og Eyðbjørn á Kamarinum, bert fyri at nevna nakrar. Atgongumerkini fáast í Vogue, Kallkyn og Wrangler Shop, og nøkur eru eftir til sunnukvøldið, men annars er góður møguleiki at fáa atgongumerki [...] Líkt er til at stóra afturlítandi dansikvøldini frá sekstiárunum í vikuskiftinum 23.- 25. oktober, verða væleydnað. Tá fara tey tilkomnu innan føroyska tónleikaheimin á pall, og tey koma frá nógvum plássum
noyddur at siga, at eg haldi remixið av Skýmandi Kvøldið verða alt ov stirvið og teldukent og als ikki í tráð við tað, sum vit vanliga kenna bólkin fyri. Veit ikki um tað eru teldutrummur, ella um tað er Henning [...] ivi um tað. Tað er ein fragd at hoyra pumpandi bassin hjá Jens Tummasi, solospælið hjá Jens Marna og trummurnar hjá Henning. Eg hevði tó kunnað tonkt mær, at sangurin hoyrdist eitt sindur betur. Tað er sum [...] kunnað ynskt mær, at man framvegis hoyrdi á spælinum og stílinum, at tað vóru Kjølar, ið man hoyrir. Annars eru ikki tær stóru broytingarnar á remixinum í mun til uppruna lagið. Tað eru serliga trummurnar
møtir kl. 18.15 og bl. kór kl. 19.30. Fótatraðk/ Marjun Nielsen (tlf. 32588407) dansa sunnukvøld. Tey byrja aftur 6. sept. kl. 19.30. Nærvarp okkara fer aftur at senda fríggjakvøldið 11. og sunnudagin 13 [...] tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. [...] Konfirmantaveitsla fyri konfirmantar og foreldur úr Vesturkirkjuni og Argja kirkju verður í KFUK mikudagin 21. okt. kl. 19.30. Konfirmantaveitsla fyri konfirmantar og foreldur úr Havnar kirkju verður í KFUK