Tað verða tvey 1. deildarlið í Suðuroy komandi ár, og tað verða fýra 1. deildarlið í Eysturoy komandi á. Tað fingu teir nógvu suðuroyingarnir og teir meiri enn hálvt hundrað leirvíkingarnir, sum sunnudagin hugdu at fótbólti á Krossinum í Sumba, staðfest.
Útgangsstøðan hjá leirvíkingum var, at teir vóru á odda 2-1 eftir fyrra dystin, sum var í Leirvík næstsíðsta leygardag.
Leirvíkingar vóru kanska eitt sindur darvaðir av leiðsluni, sum teir høvdu. Í hvussu so er spældu teir í 1. hálvleiki nógv lakari, enn teir hava gjørt fyrr í heyst
Sumbingar vóru nógv raskari, og teir komu á odda, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Birgir Jørgensen, sum var í álopinum, hóast hann var hálvskaddur, sendi innfyri úr vinstru, og Eirikur Joensen, sum hesa ferð var á miðvøllinum saman við Dánial J. Joensen og Eyðbirni Thomsen, meðan Thomas Birch var hangandi álopsmaður, setti knæið undir innleggið, sum fór í málið.
So stóð á jøvnum, men tíðliga í 2. hálvleiki kom heimaliðið framum 2-0 og stóð harvið við atgongumerkinum til 1. deild. Hesa ferð var tað Birgir Jørgensen, sum stútaði inn við nærra stólpanum, eftir at Mortan úr Hørg, vongverjin hjá Sumba í høgru, hevði lagt innfyri.
Nú vóru tað sumbingar, sum tóktust darvaðir av leiðsluni. LÍF fekk fullkomuliga tak á dystinum, og teir høvdu eina røð av møguleikum, men teir fingu einki mál. Teir høvdu bóltin á samankomingini, og fleiri ferðir bjargaði Annfinn Thomsen sera væl. Hann vardi aftur hesa ferð málið, tí Rúni Lisberg er skaddur.
Sumbingar hava ikki so nógv fólk at taka av, og tað var smeitur fyri teir, at hvørki leikbannaði René Thomsen ella Jan Poulsen vóru við.
Aftaná var rómurin sum um Sumba hevði vunnið FM.
Leirvíkingar vóru fáligir, tá teir fóru norður aftur, og tað er væl skiljandi. Teir høvdu møguleikan at koma afturíaftur og fáa umdyst. Teir hildu sjálvir, at teir vóru so mikið omaná síðsta hálva tíman, at teir høvdu havt góðan møguleika at vinna umdystin, um teir í vanligu leiktíðini høvdu havt minkað um munin, og sumbingar góvu teimum ikki órætt.
Bíða eitt sindur
Í gjár vistu sumbingar ikki at siga, hvussu tað verður komandi ár. Jugoslaviski venjarin hjá teimum, Spasojé Biberdzic, ella Bibi, sum teir nevna hann har suðuri, hevur áður sagt, at hann við vissu ikki kom aftur, um Sumba flutti niður, og at hann kanska fór at halda fram, um Sumba fór at varðveita plássið í bestu deildini.
Sum sagt so er einki avgjørt hesum viðvíkjandi, men venjarin fer ikki av landinum fyri tað fyrsta. Hann er ættaður ikki so langt burtur frá tí økinum, har tað hevur veirð rættuliga ófriðarligt og framvegis prutlar undir lokinum, so tað er ikki so nógv at fara til hús til í løtuni.