Havsins ár

? ? ?

1998 er Havsins ár. Hetta hava Sameindu Tjóðir og UNESCO avgjørt. Kring allan heim verður skipað fyri tiltøkum, sum minna á alstóra týdningin, havið hevur. Í norðurlondum er tað viðtikið, at fyrsta vika í november, vika 45, skal vera Havsins vika.

Í hesum sambandi skipar Fiskirannsóknarstovan fyri ymiskum tiltøkum í døgunum 2/11-6/11. Um dagin verður húsið opið fyri skúlaflokkum. Víst verður runt í húsinum, meðan greitt verður frá dagliga arbeiðinum á stovninum, verkætlanum, og hvussu stovnurin kemur fram til ymisk úrslit. Um flokkar eru áhugaðir í at koma at vitja, má verða sagt frá frammanundan á tlf. 31 50 92.

Um kvøldarnar verður høvi hjá almenninginum at vitja. Skipað verður fyri fyrilestrum, har ymisk evni, sum hava tilknýti til havið, verða viðgjørd. Eisini her verður høvi at síggja stovnin. Skráin fyri fyrilestrarnar verður lýst seinni.

Meira um Havsins viku og Havsins ár fæst at vitaa á: www.nordenshav.org og www.ocean98.org