»Als ikki glataðir spælimenn«

Einasti føroyski yrkistónleikabólkurin innan klassiskan tónleik, Aldubáran, fer nú aftur á konsertferð. Tey eru boðin til Danmarkar og Álands at hava konsertir og verður fyrsta konsertin í Danska Útvarpshúsinum í Keypmannahavn sunnudagin 25. okt. kl. 14.00. Konsertin verður send sama kvøldið í Danmarks Radio p2, so nú býðst høvi hjá okkum her heima at hoyra Aldubáruna úr útlondum.

Úr Danmark gongur leiðin til Álands, har Nordens Institut hevur boðið teimum at halda konsert. Henda seinna konsertin verður týskvøldið 27. okt. í Mariehamn.

Aldubáran hevur rættiliga gjørt vart við seg síðani hon varð stovnað í 1995. Sjálvt um bólkurin bert hevur verið virkin í trý ár, hevur tað eydnast teimum at framt nógv ymisk tiltøk og fingið føroysk og eisini fleiri útlendsk tónaskøld at skriva til teirra. Tey eru fastur táttur á Summartónum og harafturat hava tey hildið Várkonsertir í Listaskálanum á hvørjum vári saman við føroysku tónaskøldunum.

Eisini uttan fyri landoddarnar hevur Aldubáran fingið avbera móttøku. Á fyrstu konsertini hjá teimum í ?95 í Keypmannahavn tók ummælarin hjá danska blaðnum Jyllands-Posten til, at »sjálvt um grunnarnir vóru tómir, sjálvt um tað fíggjarliga stóð í botni, so varð hetta ikki at merkjast í listini; hvørki í dygd ella í vavi. Her vóru spælimenn á hægsta stigi, ið als ikki vóru glataðir«.

Aldubáran er samansett av ungum føroyskum tónleikarum. Trý teirra virka á Musikkskúlanum í Havn, fýra teirra eru yrkistónleikarar í Danmørk, m.a. á Kgl. Leikpallinum. Harafturat eru tveir »royndarlimir«, Rúni Bæk, fiól, og Jógvan Zachariassen, fagott, ið búgva ávikavist í Ameriku og í Skotlandi. Tey spæla saman 3-4 ferðir um árið, fyrst og fremst nýggjan tónleik, men eisini tey vanligu klassisku verkini verða framførd. Harafturat luttaka tey í nógvum nýskapandi tiltøkum. M.a. skulu tey í heyst á heysti 99 hava framførslur við Hanusi Johansen í Norðurlandahúsinum, har bæði nýtt og gamalt tilfar hjá Hanusi verður klætt í nýggjan búnað. Spennandi verður.

Á ferðini til Danmarkar og Álands verður framførdur nýggjur føroyskur tónleikur av Kristian Blak, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Edvard N. Debess og Tróndur Bogason.

Aldubáran er: Anna E. Klett, klarinett ? Andrea Heindriksdóttir, floytu ? Páll Sólstein, horn ? Øssur Bæk og Sámal Petersen, fiólir ? Hege Waldeland, sello ? Ólavur Jakobsen, gittara ? Jóhannes Andreasen, klaver.