sagt: “Eg eri ein tvørámaður”, men tað var av ongum, tí so fastgrógvin var mín sørvágsidentitetur longu tá, at helt eg meg fara at svíkja sørvingar, um eg segði tað. Tá eg í dag síggi spurvarnir gera sær [...] at rógva við honum um allan fjørðin – til Tjaldavíkshólmi og inn á botn í Trongisvági. Tað var sjáldan, at eg var einsamallur í bátinum. Tvøroyri bar dám av stórbærum reiðara- og handilsvirksemi. Reiðarum [...] ella annað – kanska ein ís, sum var forkunnugt hjá einum vágadreingi. Eg gekk í bowlarahatti tað árið, tá russar sendu fylgisveinin Sputnikk út í rúmdina. Ikki kom tað tá mær til hugs, at eg mong ár seinni
tí aftur vóru tað teir í HB, ið høvdu bóltin tað nógva av tíðini. Góðar kjansir høvdu bæði Þórður S. Hreiðarsson og Fróði Benjaminsen, sum skallaði á stongina, men tað kom ikki nærri enn tað sama. Kortini [...] frísparkið. Tað gjørdi hann sera væl, tí inni fyri málinum kundi Henning G. Joensen bara seta krúllin á bóltin, sum smeyg sær inn um stongina til 1-1. Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki var FC Suðuroy betur [...] Tað kundi sæð út sum byrjanin til endan hjá FC Suðuroy, tá HB longu í fimta minutti legði seg á odda í gjár. Talan var um mynsturálop, ið endaði við, at Símun Samuelsen kom til baklinjuna í høgru síðu
um Miðflokkurin var við. Tí var okkara niðurstøða, at vit heldur vildu royna at betra um fíggjarlógina og taka undir við henni, heldur enn at fáa tað ringast hugsandi úrslitið. Men tað er fult og heilt [...] mir í andstøðu má hetta vera sum vátur vøttur, tí vit eru stolt av okkara ávirkan. Tað er ikki á hvørjum degi, at tað eydnast eini andstøðu at hava avgerandi ávirkan á landsins fíggjarlóg, har landsstýrið [...] fíggjarnevndini?Tað er mín fatan, at limirnir í fíggjarnevndini hava tikið uppgávuna í stórum álvara. Framtíð okkara og eftirkomaranna er nógv knýtt at, hvussu vit húsast við almennum fæi. Tí er tað hugstoytt
fer nú søguna, men tað er bara av navni og kanska útsjónd, tí samkoman og samkomuhúsið fara ongan veg, men broyta ham og heiti, so tað nú verður City Church Tórshavn. Í gjárkvøldið var samkomufundur, har [...] Petersen og Dánjal Petersen, løgdu fram visjónina um framtíðina fyri samkomuna. Hilmar Jan Hansen var fyrrapartin inni á gólvinum í samkomuhúsinum í Tróndargøtu 36 í Havn, og fekk Dánjal Petersen at greiða frá
ið ein stórur partur hesum fiski er smáur upsi, er greitt, at tað tekur drúgva tíð, áðrenn alt er fingið ígjøgnum maskinurnar. Og soleiðis var støðan í Vestmanna, tá ið Sosialurin frætti mikudagin. ? Nógvur [...] er upsi 4, og tað er rættiliga smáur fiskur, sum tekur drúgva tíð at arbeiða. ? Vit keypa ongan fisk aftrat hesa vikuna, men fara í staðin at leggja alla orku í at fáa ráfiskin, sum er inni, gjøgnum maskinurnar [...] maskinurnar fyri vikuskiftið, sum nú stundar til. Vit hava ivaleyst av fiski inni sum er, siga tey í Vestmanna. Sosialurin spurdi, hvussu nógv seinni framleiðslan gongur, tá ið nógvur upsi 4 er uppi í veiðini
ynskja, at barn teirra skal búnast og mennast meira, áðrenn tað fer úr heiminum til ansing. Stuðulin svarar til kommununnar part av tí, sum tað kostar at hava barn í ansingarskipanini. Áðrenn 1999 er runnið [...] bíðilista. Á vári 1999 vera ætlandi 92 pláss fleiri í ansingarstovnunum í kommununi. Býlingshúsið inni á Gøtu verður klárt at taka í nýtslu til várs við 42 plássum. Býlingshúsini á Flat og undir Fjalli [...] 20 plássum hvørt, men hetta er ikki farið í gongd enn. Ynski er um at økja dagrøktina, um so er, at tað ber til at fáa fleiri dagrøktarmammur settar í skipanini. Í ár er býráðsins partur av kostnaðinum til
tinglimir hansara fortelja okkum um tað góða og tað normala. Av trygdar- og sømiligheitsávum hevur uttanríkismálaráðharrin bestemmað, at mann sleppur ikki at nevna “samkynd” inni í Trygdarráðnum. Og fyri at varðveita [...] bústaðir. Tað er annars eitt sindur løgið, at Jørgen er so illur inn á almenn starvsfólk, tá hann sjálvur hevur verið í almennum starvi sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í næstan 30 ár. Um tað veruliga [...] sagt okkum, hvørjar lærarar, pedagogar, heilsuhjálparar ella sjúkrarøktarfrøðingar tað er, sum okkum ikki tørvar. Tað nýggjasta er, at fíggjarmálaráðharrin vil transformera Búskaparráðið og Landsbankan
Tjørnuvíkar sunnudagin. Nú var endiliga líkt til, at tað fór at eydnast at sleppa í Stakkin, eftir at avlýst hevði verið tveir fylgjandi sunnudagar. Og sanniliga eydnaðist tað hesaferð, og tey umleið 170 [...] fara við ov nógvum ókendum fólki. Tey fara upp um Kambin, og tað skuldi so givið okkum ein lítlan fyrimun. Men smátt í tað, vorðið ikki var. Hesir ungu jassarnir vóru lættir á fótum, og høvdu okkum næstan [...] hesum fólkinum. Men myndamaðurin var tó ikki nóg varin og kom teimum ov nær. Teir hildu á hegnið, og einir tveir sluppu vestur um. Nú var verri, tí lupu teir út av, var ikki lukkuligt. Men staksmenninir
leingi mergja, um vit hava sum mál at byrgja okkum inni og ræðast alt útlendskt og ræða tað av landinum. Er landsstýrismaðurin ikki undir umsiting: Herfyri var landsstýrismaðurin tikin til forhoyr hjá umboðum [...] Evnið var útlendingapolitikkur samgongunnar. À fundinum fekk landsstýrismaðurin at vita, at so leingi nýggj avtala ikki var gjørd, skuldi hann halda seg til førda útlendingapolitikkin, sum var galdandi [...] lig. Tað, sum fer fram nú, rakar ikki bara politisku skipanina, men ósek fólk, sum ein fyri og annar eftir verða tikin upp við rót og send av landinum. Við rót er heldur ikki ov nógv sagt, tí tað er veruliga
teir skulu gera. Haraftrat eru tað næmingar, sum eru nógv fyri seg sjálvar og uttan fyri felagsskapin. Eg havi dansað í nógv ár, so tað var nokk so upplagt at royna hetta. Tað einasta, sum krevst, er ein [...] Skúlanum við Løkin í Runavík. Nakrar ferðir um vikuna verður dansað eitt heilt fríkorter – inni ella úti. Tað er Sharon Sivertsen, lærari, sum hevur tikið stig til hetta. Hon er lærari á triðja ári í Runavíkar [...] fóru at taka undir við at dansa, var byrjað við at dansa eitt fríkorter um dagin í eina viku. Fyrst hildu nógvir næmingar seg eitt sindur aftur og hugdu bara at, og tað er skiljandi, heldur Sharon Sivertsen