Hann kallar álitið frá fíggjarnevndini jólakvetti og gevur andstøðulimum skuldina. Fyri okkum tríggjar fíggjarnevndarlimir í andstøðu má hetta vera sum vátur vøttur, tí vit eru stolt av okkara ávirkan. Tað er ikki á hvørjum degi, at tað eydnast eini andstøðu at hava avgerandi ávirkan á landsins fíggjarlóg, har landsstýrið hevur stóran meiriluta aftanfyri seg. Aðrastaðni verða fíggjarlógarsemjur serliga gjørdar, har minnilutastjórnir hava sítt mandat frá stuðulsflokkum í andstøðu. Tað er ikki neyðugt í Føroyum, tí her hava vit ikki minnilutastjórnir. Tó hevur andstøðan í fíggjarnevndini triðja árið á rað megnað at gjørt semju um fíggjarlógina.? ?Viðgerðin í fíggjarnevndini?Tað er mín fatan, at limirnir í fíggjarnevndini hava tikið uppgávuna í stórum álvara. Framtíð okkara og eftirkomaranna er nógv knýtt at, hvussu vit húsast við almennum fæi. Tí er tað hugstoytt dag og dagliga at leggja oyra til ákærur um rossahandlar, lokalpolitikk og antidemokrati. Og sjáldsamt er, at ongin tíðindamiðil hevur ómakað sær at spurt fíggjarnevndarlimirnar um nevndarálitið. ? ?Høvuðssetningurin er at halda karmarnar, sum eitt samt løgting legði fyri fíggjarlógina 2011. Hetta er fyrsta ferðin, at ein fíggjarlóg verður smíðað eftir nýggju játtanarlógini, og tí er tað altumráðandi, at vit í hesi aðalroynd virða egnar samtyktir og ikki slaka. Síðani er høvuðsdentur lagdur á at varðveita vælferðartænastur so óskalaðar sum tilber. Sjálvandi eru politisku ósemjurnar stórar flokkanna millum, og ongin flokkur hevur fingið eina fíggjarlóg, sum er teirra egna. Tó eydnaðist at semjast um yvirskipaðu málini, sum ikki hava við partapolitikk at gera.? ?Rossahandlar og lokalpolitikkur?Fíggjarnevndin fær skotið í skótvarnar, at okkara arbeiði bara snýr seg um at gera rossahandlar og at reka lokalpolitikk. Hetta kann greitt afturvísast, tí hóast allir 7 fíggjarnevndarlimirnir koma úr Eysturoynni og norðoyggjum, verða størstu íløgurnar gjørdar í Havnini, har Landssjúkrahúsið og skúladepilin við Marknagil fara við meginpartinum. Er tað lokalpolitikkur? ? ?Hinvegin hevur fíggjarnevndin minka um lokalpolitikkin, sum í høvuðsheitum verður rikin úr landsstýrinum. Øll landsstýrismanningin kemur úr syðra partinum av landinum, og tað sást týðiliga á uppruna uppskotinum til fíggjarlóg.? ?Tíverri hava tey, sum sleingja um seg við ákærum um rossahandlar og lokalpolitikk, ikki lisið fíggjarlógina. Ein tíðindamaður ákærdi t.d. undirritaða fyri at gera onkran rossahandil fyri at fáa játtanina til Bláa Kross Føroyar aftur á fíggjarlógina. Hann gloymdi bara at nevna, at rúsfyribyrging og upplýsing á kristnum grundarlagi er eitt politiskt aðalmál hjá Miðflokkinum. Og skal man ikki virka politiskt í eini politiskari løgtingsnevnd?? Skal tað kallast rossahandil heldur enn politikkur?? ?Kári á Rógvi rør fram undir, at nýtt havrannsóknarskip skal vera tað bera valagn. Eisini hann fer skeivur. Fiskivinnutjóðini Føroyum tørvar eitt nýtt havrannsóknarskip fram um nærum alt annað. Nú vit hvønn dag eru vitni til ógvisligu broytingarnar í okkara fiskastovnum, har ein stovnur eitt árið hevur milliardavirði fyri fá ár seinni at vera burturi, meðan annar stovnur er komin í staðin, hava vit skríggjandi tørv á at kunna fremja havrannsóknir á hægsta stigi, til tess at verja livigrundar-lag alra føroyinga. Formaður Sjálvstýrisfloksins sigur seg heldur vilja raðfesa útbúgving. Hevði hann sitið í fíggjarnevndini og fingið hægri játtan til eitt nú Fróðskaparsetrið, har hann sjálvur arbeiðir, hevði tað so eisini verið rossahandil og lokalpolitikkur? Annars kann viðmerkjast, at játtanin til Fróðskaparsetrið eftir bert 4 árum er hækkað við 50% úr 19,7 mió upp í 30 mió.? ?Fingramerki?Eyðgunn Samuelsen hevur móti øllum fólkaskikki boðað frá, hvørji hennara fingramerki eru í fíggjarnevndarálitinum. Hetta er ódámligt, tí í viðgerðartilgongdini, sum hevur vart í 2 mánaðir og 20 dagar, hava allir nevndarlimirnir tosað seg til rættis og sættis um øll mál og hava funnið semju. Men um vit skulu fara undir at greiða frá, hvat hvør “hevur fingið”, so kann Miðflokkurin ósmæðin vera við. Tó haldi eg, at tað er ikki gott samstarvsgrundarlag fyri eftirtíðina, um nevndarlimirnir hvør sær avdúka síni persónligu avrik. ? ?2. og 3. viðgerð?Nøkur fá tingfólk úr andstøðuni vóru misnøgd við stuttu og skjótu viðgerðina av nevndarálitinum. Fyri okkum í Miðflokkinum var hetta ongin trupulleiki, tí okkara tingbólkur varð undir allari tilgongdini væl kunnaður um arbeiðið í fíggjarnevndini og tær broytingar, sum skotnar vórðu upp í fíggjarnevndarálitinum. Meðan fíggjarnevndin síðstu tímarnar arbeiddi við at fáa álitið liðugt, vóru bæði Jenis av Rana og Karsten Hansen enntá inni í fíggjarnevndini sum eygleiðarar, fyri at kunna seg so væl sum gjørligt. Hendan møguleikan nýtti Poul Michelsen eisini, men tað gjørdu tey misnøgdu ikki. Og eins og Eyðgunn Samuelsen varð trýst av sínum flokki til at krevja ávísar broytingar, so varð undirritaði eisini trýstur av mínum flokki til at krevja broytingar. ? ?Tí var ikki meiri at snakka um frá okkara síðu, og tí tók ongin okkara orðið undir 2. viðgerð. At hini misnøgdu ikki tóku orðið, má vera teirra søk.? ?Semjan?Tað eru nógv viðurskifti í fíggjarlógini, sum Miðflokkurin als ikki ynskir at vera partur av. Men fíggjarlógin hevði verið samtykt uttan mun til, um Miðflokkurin var við. Tí var okkara niðurstøða, at vit heldur vildu royna at betra um fíggjarlógina og taka undir við henni, heldur enn at fáa tað ringast hugsandi úrslitið. Men tað er fult og heilt samgongan, sum eigur ábyrgdina av fíggjarlógini og skal stýra eftir henni. Andstøðan situr ikki í landsstýrinum og kann tí ikki stýra. Miðflokkurin fer framhaldandi at reka konstruktivan andstøðupolitikk, vera á varðhaldi og vísa á gongdar leiðir.?