Í Tórshavnar kommunu er stórur tørvur á barnaansingarplássum

? ? ?

Sum er, vera

258 børn ansað í vøggustovu,

598 børn ansað í barnagarði,

300 børn ansað í dagrøktini.

Bíðilistin er skiftandi, er størstur beint fyri summarfrítíðina.

Í juni 1998 vóru 429 børn á bíðilista. Í september 1998 vóru 275 børn á bíðilista.

Á vári 1999 vera ætlandi 92 pláss fleiri í ansingarstovnunum í kommununi.

Býlingshúsið inni á Gøtu verður klárt at taka í nýtslu til várs við 42 plássum.

Býlingshúsini á Flat og undir Fjalli verða útbygd til 20 pláss meira hvørt, tilsamans 40 pláss og barnagarðurin á Argjum verður útbygdur við 10 plássum meira.

Harumframt er ætlanin at útbyggja býlingshúsini Millum Gilja og á Ternuryggi við 20 plássum hvørt, men hetta er ikki farið í gongd enn.

Ynski er um at økja dagrøktina, um so er, at tað ber til at fáa fleiri dagrøktarmammur settar í skipanini.

Í ár er býráðsins partur av kostnaðinum til barnaansing 31,3 mill. kr.

Hetta er 35% av tí samlaða kostnaðinum, landið letur 35% og foreldrini 30%.

Við nevndu øking av ansingarplássum mugu vit rokna við o.u. 4,2 mill. kr. í meirkostnað í rakstri komandi árini, so kommununnar partur verður o.u. 35,5 mill. kr. av samlaða kostnaðinum, sum verður góðar 100 mill. kr. um árið.

Tølini broytast, tá Kollafjarðar kommuna kemur aftrat í ár 2001.

Arbeitt verður fyri at fáa fleiri forskúlaflokkar í kommununi. Vónandi kemur gongd í hesa ætlan tá skúlaárið byrjar 1999.

Tá so verður, fara forskúlabørnini úr barnagarðinum seks ára gomul, og gevur tað pláss fyri fleiri børnum í barnagørðunum.

Ætlanin um at gera barnaansing í Sjónleikarhúsinum er ikki slept. Hesi hølini høvdu verið best egnað til ansing av forskúlabørnum uttan fyri skúlatíð.

Tá fíggjarætlanin bleiv gjørd fyri 1998, var samgongan í býráðnum samd um at seta 1,5 mill. kr. av, so tær mammur, sum ynskja at hava síni børn heima longur enn teir seks mánaðarnar, sum barnsburðarfarloyvið er í løtuni, hava møguleika at søkja ein stuðul uppá 2000 kr. um mánaðan upp til seks mánaðar, t.v.s. í tíðini sum barnið er 6-12 mánaðar gamalt, treytað av, at kommunala ansingarskipanin ikki verður nýtt.

Samtykt varð, at henda royndarskipan skuldi vera í hvussu so er hetta valskeiðið út.

Hesin stuðul er komin væl við hjá teimum, sum ikki hava fingið ansingarpláss, ella sum ynskja, at barn teirra skal búnast og mennast meira, áðrenn tað fer úr heiminum til ansing. Stuðulin svarar til kommununnar part av tí, sum tað kostar at hava barn í ansingarskipanini.

Áðrenn 1999 er runnið skuldu vit í Tórshavnar kommunu verið komin væl áleiðis við at loysa barnaansingartrupulleikan. Ynskiligt er, at øll foreldur, sum skriva barn teirra upp til barnaansing, fáa ein dato fyri nær teirra barn sleppur inn.

Best hevði verið, um øll, sum ynskja tað kundu fingið tryggjað pláss, tá barnið hevði ein ávísan aldur sum t.d. 12 mánaðar.

Eitt hóskandi mál at sett fram til ár 2000.


Katrin Dahl,

býráðslimur