Í Vestmanna stríðast tey við smáan upsa

Síðsta hósdag, fríggjadagin og mánadagin í hesi vikuni keypti Fiskavirking í Vestmanna stívliga 400.000 pund av upsa. Tað vóru trolararnir, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Grønanes, sum landaðu hesa veiði.

Hetta er ikki smávegis ráfiskanøgd, og tá ið ein stórur partur hesum fiski er smáur upsi, er greitt, at tað tekur drúgva tíð, áðrenn alt er fingið ígjøgnum maskinurnar.
Og soleiðis var støðan í Vestmanna, tá ið Sosialurin frætti mikudagin.
? Nógvur fiskur lá niðurfyri síðsta vikuskiftið, og mánadagin keyptu vit so eisini lastina hjá Grønanesi. So, her er ríkiligt at takast við, og vit noyðast at gera alt fyri at fáa fiskin undan fyri vikuskiftið komandi.
Í Vestmanna siga tey, at ein stórur partur av veiðini hjá summum skipum er upsi 4, og tað er rættiliga smáur fiskur, sum tekur drúgva tíð at arbeiða.
? Vit keypa ongan fisk aftrat hesa vikuna, men fara í staðin at leggja alla orku í at fáa ráfiskin, sum er inni, gjøgnum maskinurnar fyri vikuskiftið, sum nú stundar til. Vit hava ivaleyst av fiski inni sum er, siga tey í Vestmanna.
Sosialurin spurdi, hvussu nógv seinni framleiðslan gongur, tá ið nógvur upsi 4 er uppi í veiðini. Vit spurdu, um framleiðslunøgdin kanska minkar eina helvt.
? Nei, so nógv minkar framleiðslan tó ikki, men hon fellir rættiliga nógv, tá ið fiskurin er so smáur, siga tey í Vestmanna.